Stýrislimur peikar á skeivan avloysara

Kartni Ravnsfjall takkar fyri seg í ALS-stýrinum og ynskir í sama viðfangi Maud Wang Hansen bestu eydnu í starvinum.

Trupulleikin er, at Maud Wang Hansen hvørki er varalimur og ei heldur hevur fingið nakra áheitan um at gerast varalimur.

-Nei, eg eri als ikki aktuell í hasum samanhanginum, sigur Maud Wang Hansen, sum gjørdist eitt sindur hvøkk av tíðindaskrivinum.

Tað er Vinnumálaráðið, sum formliga útnevnir stýri fyri ALS eftir tilmæli frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Har staðfestir Bjørgfríð Ludvig, aðalstjóri, at Vár í Gong, fyrrverandi fakfelagsforkvinna, er varalimur fyri Kartni Ravnsfjall. Vinnumálaráðið hevur onga fráboðan fingið um, at hon ikki longur er varalimur, og tí tekur hon formliga við sum stýrislimur eftir Kartni Ravnsfjall.

Í tíðindaskrivi til fjølmiðlarnar seinnapartin skrivar Kartni Ravnsfjall soleiðis: "Fari at ynskja Maud Wang Hansen, sum eg ikki ivist í fer at gera eitt gott arbeiði, bestu eydnu í starvinum."