KRINGVARP
- Tann nýggja kringvarpslógin sigur greitt hvørji kunnu veljast, og hvørji ikki eru valbær, sigur Annfinn V. Hansen, advokatur, nú kjak hevur verið, um fleiri av limunum í nýggja kringvarpsstýrinum eru gegnigir.
Hann metir, at fyrisitingarlógin snýr seg um ítøkiligan habilitet í ítøkiligum málum, og tí metir hann, at fyrisitingarlógin forðar fyri, at tey fólkini, sum ivi eru sáddur um í kringvarpssýrinum, kunnu halda fram í sínum sessum.
- Fyrisitingarlógin snýr seg um konkreta málsviðgerð, sigur Annfinn V. Hansen og leggur afturat, at um tað skuldi komið fyri, at mál verða viðgjørd, har stýrislimir eru beinleiðis ógegnigir, so ber til at biðja varalimirnar taka sætið á fundinum.
Spurnartekn er eisini sett við, um nýggi formaðurin í stýrinum, Símun Absalonsen, er gegnigur, av tí at hann er at hoyra á útvarpsrásini Lindin av og á. Men í stuttari samrøðu við Sosialin í gjár segði formaðurin, at hesar sendingar eru gjørdar fyri eini 2-3 árum síðani. Sostatt er talan um endursendingar, sum enn javnan eru at hoyra, hóast Símun Absalonsen ikki sigur seg hava havt nakað tilknýti til Lindina síðani.
Prinsipielt mál
Mentamálaráðið hevur nú beint málið víðari til Innlendismálaráðið at taka støðu til.
Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum sigur við Sosialin, at bíðað verður til mánadagin at taka støðu til, um málið yvirhøvure skal viðgerast, tí spurningurin er, um tað yvirhøvur er eitt ma´l, sum hann málber seg.
Rúni Joensen sigur tó, at um tað verður tikið upp, so er talan um eitt sera prinsipielt mál, nenviliga um fólk yvirhøvur kunnu sita í starvi, um tey hava tætt tilknýti til ávíasr persónar, og so kann málið taka drúgva tíð at viðgera.
- So kann talan verða um vikur ella mánaðar, greiðir Rúni Joensen frá. Hann er tó samdur við Annfinni V. Hansen í tí, at í hesum førinum er neyvan talan um konkreta málsviðgerð, og tí er talan helst ikki um, at stýrismimirnir verða mettir ógegnigir.
FAKTA
KRINGVARPSLÓGIN §4. Stk. 5.
Løgtingslimur ella fólkatingslimur kann ikki verða limur í stýrinum fyri Kringvarp Føroya. Starvsfólk, nevndarlimur ella leiðsla fyri øðrum føroyskum fjølmiðli kunnu ikki verða limir í stýrinum fyri Kringvarp Føroya.