Súni í Hjøllum hevur flett tríggjar veturgamlar veðrar í heyst, og miðalvektin var ikki minni enn 99 pund Tað er ikki bara í Suðuroy, at veðrarnir kunnu vera stórir.
Á Toftum hevur Súni í Hjøllum í heyst flett tríggjar veturgamlar veðrar, og miðalvektin var heili 99 pund.
Størsti veðurin, sum sæst á myndini saman við Súna, vigaði heili 106 pund. Hinir báðir vigaðu ávikavist 97 og 94 pund.
- Men hetta er kortini ikki met. Í fjør vigaði besti veðurin hjá mær 110 pund, og í 2003 vigaði hann 108 pund, sigur Súni í Hjøllum í stuttari viðmerking.
Toftamaðurin er tó sera væl nøgdur við vektina í heyst.