Stórir veðrar á Toftum

Súni í Hjøllum hevur flett tríggjar veturgamlar veðrar í heyst, og miðalvektin var ikki minni enn 99 pund

Heyst

 

Tað er ikki bara í Suðuroy, at veðrar kunnu vera stórir – og ógvuliga stórir viðhvørt.

Størsti veðrurin, sum vit vita um er flettur í Porkeri, vigaði heili 130 pund. Hesin mundi tó í minsta lagi vera einar tveir vetrar gamal.

Á Toftum hevur Súni í Hjøllum í heyst flett tríggjar veturgamlar veðrar, og miðalvektin var heili 99 pund.

So, hetta hava alt verið ordiligir “oksar”, um man kann siga tað so.

Størsti veðurin, sum sæst á myndini saman við eigaranum, vigaði heili 106 pund. Hinir báðir vigaðu ávikavist 97 og 94 pund.

- Men hetta er kortini ikki met hjá okkum. Í fjør vigaði besti veðurin 110 pund, og í 2003 108 pund, sigur Súni í Hjøllum í stuttari viðmerking.

Toftamaðurin er tó sera væl nøgdur við vektina í heyst.

Súni í Hjøllum eigur bróðir í Suðuroy, Óla í Hjøllum.

Vit hava ikki spurt hann, um veðrarnir hjá honum kanska hava “skyldfólk” í Suðuroy, men tað er ikki heilt óhugsandi.

So, hvørt veit, um veðrarnir hjá Súna á Toftum ikki eru úr góðum bergi brotnir, sum vit plaga at taka til.