Tað gongur illa at fáa kappróðurin á varmakeldu í Fugalfirði avgreiddan. Í gjár varð alt avlýst orsaka av vánaligum líkindum, og hóast líkindini eru góð í dag, so eru trupulleikar. Barnaróðrarnir vórðu avgreiddir í øllum góðum stutt eftir klokkan 15, men síðani hava tað verið so mikið stórir trupulleikar við fasta startinum, at tað ikki enn er farið undir FM kappróðrarnar.
Nú er kappingin millum tað, tey nevna master róðurin millum 6-mannafør við kvinnum, liðugt. Riddarin úr Miðvági vann ta kappingina. Sagt verður, at tað eru vánir fyri, at tað nú fer at ganga skjótt við róðrunum, sum bíða. Teir hava fingið fasta startin at rigga aftur.
1 Riddarin 06:03.23
2 Lómur 06:04.21
3 Gongurólvur 06:05.00
4 Sølmundur 06:08.00
Støðan
1 Lómur 7
2 Gongurólvur 6
3 Sølmundur 5
4 Riddarin 0