Í gjárkvøldið fór stórur trailari úr Vági og norður til Havnar við Smyrli. Á vogninum vóru tvey stór sett av trollemmum til føroysk fiskiskip.
Lemmarnir vóru til rækjutrolaran, Arctic Viking í Kollafirði og til toskatrolaran, Akraberg, sum fiskar í Barentshavinum.
Í løtuni ger Sp/f Rock trollemmar til Gadus og Enniberg, sum eisini fiska í Barentshavinum. Tá hesir eru lidnir, fer virkið í holt við lemmar til stóran russiskan trolara.
Hans í Líðini, stjóri á virkinum, letur væl at, men heldur fyri, at nógva arbeiðið, sum í løtuni er á lemmavirkinum í Vági, gevur lítla tíð seyð og slakt.