Stórir útflutningsmøguleikar av aliútgerð

Norskir framleiðarar av útgerð til alivinnuna meta, at møguleikarnir at fáa selt útgerð m.a. í Kili eru góðir. Fleiri norsk feløg hava við millumbilum gjørt royndir við at útflyta til Kili, men afturgongd í kilensku alivinnuni hevur gjørt at hesir ikki rættuliga hava fóta sær í marknaðinum enn

.

Ein kanning sum Norge Forskningsråd gjørdi fyri 5 árum síðani vísti, at møguleiki átti at veri fyri at útflutt útgerð til alivinnu fyri millum 5 og 7 milliardir norskar krónir fram til ár 2010.

Føroysk feløg við tilknýti til alivinnuna hava fingið eyga á henda marknað og m. a. rogn eru útflutt til kilensku alivinnuna. Marknaðurin liggur langt frá teimum marknaðum vit eru von at útflyta til, men tað hevur víst seg at borið til kortini, skrivar Vinnuhúsið.