Er uppstillingin hjá eysturríkarum tann, sum lokalu miðlarnir tykjast vera samdir um, so verða í øllum førum tveir stórir framherjar at ansa eftir hjá føroysku verjuspælarunum.
Marc Janko og Stefan Maierhofer eru ávíkavst 196 og 202 sentimetrar høgir, og tað verða teir báðir, sum mann álopið hjá Eysturríki.
Føroyska liðið kann tó troysta seg við, at teir til samans ikki hava meira enn trý landsliðsmál at vísa á, og so er at vóna, at tað talið ikki verður økt í kvøld.
Liðið hjá Eysturríki verður væntandi hetta: Payer - Garics, Dragovic, Schiemer, Fuchs - Holzl, Pehlivan, Beichler, Jantscher - Janko, Maierhofer