Stórir manningarpartar

Sundaberg hevur gjørt roktúr eystanfyri, og manningapartarnir fyri tríggjar mánaðir nærkast 300.000 krónum

 

Flakatrolarin hjá JFK, Sundaberg, hevur gjørt ein rimmar túr eystanfyri.

 

Lokalblaðið, Norðlýsið, skrivar í gjár, at Sundaberg fekk 830 tons teir tríggjar mánaðirnar, hann hevur verið til fiskiskap.

 

Sundaberg var í Klaksvík týsdagin, men hann legði beinanvegin leiðina til Grimsby, har veiðan skal leggjast upp. Prísurin á flaki er góður í løtuni, og tí kann lastin seljast fyri útivið 30 milliónir, skrivar Norðlýsið.

 

Um hetta verður inntøkan, kunnu teir umborð roknað við einum manningaparti, sum fer at tátta í tær 300.000 krónurnar.