Eitt av endmálunum við bústaðarpakkanum er at loysa ein ovurstóran samfelagsligan trupulleika, nevniliga at nærum ongir vardir bústaðir eru bygdir til fólk við serligum tørvi. Samstundis verða karmar skaptir fyri einum øktum útboði á bústaðarmarknaðinum, so fólk kunnu ogna sær ein bústað, sum hóskar til teirra tørv.
Bústaðarpakkin, sum í dag er til 1. viðgerð í Løgtinginum, er tað størsta frambrotið á bústaðarøkinum í Føroyum seinastu hálvu øldina. Høvuðsendamálið við pakkanum er at skapa eitt størri og meira fjølbroytt útboð fyri øll á føroyska bústaðarmarknaðinum. Tá eg sigi fyri øll, so er tað tí, at endamálið er eisini at økja um útboðið av bústøðum til fólk við serligum tørvi – fólkum, ið bera lættari brek, men eru so sjálvbjargin, at tey kunnu klára seg í eini vardari íbúð.
Skapar sirkulasjón
Eitt annað av fremstu málunum við bústaðarpakkanum er at skapa eitt nógv størri umskifti á føroyska bústaðarmarknaðinum, enn tað vit kenna í dag. Sum er, sita fólk oftast í stórum sethúsum, til leingi aftaná at børnini eru flutt heimanífrá, hóast tey kundu hugsað sær at búð í einum minni bústaði. Trupulleikin hjá teimum er bara, at útboðið av minni bíligum bústøðum nærum ikki er til.
Hetta skal lógin um lutaíbúðafeløg broyta. Fáa hesi møguleikan at flyta inn í smærri íbúðir, so verða munandi fleiri sethús tøk hjá ungum barnafamiljum, ið vilja seta føtur undir egið borð. Úrslitið verður eitt væl størri umskifti – ein sonevnd sirkulasjón – á bústaðarmarknaðinum, har fólk fáa møguleika til at ogna sær ein bústað, ið best hóskar til teirra tørv.
Bíligari at seta búgv
Somuleiðis verður ikki neyðugt at seta seg fyri stór bústaðalán í sambandi við keyp av lutaíbúðum, tí ein stórur partur av skuldini verður borin av sjálvum lutaíbúðafelagnum. Fyri ungar familjur er hetta funnin fressur, tí neyðugt verður ikki at seta seg í milliónadýr lán fyri at seta búgv. Ein íbúð í einum lutaíbúðafelag fer væntandi at liggja um 200.000 krónur pluss eitt mánaðarligt gjald til felagsútreiðslur, og vónandi kann hetta eggja eitt nú føroyingum uttanlands at flyta aftur til klettarnar.
Vardar íbúðir
Bústaðarpakkin hevur eisini til endamáls at loysa ein ovurstóran samfelagsligan trupulleika, nevniliga at nærum ongir vardir bústaðir eru bygdir í Føroyum. Serstøku lutaíbúðafeløgini skulu vera karmar um bústaðir til tann bólkin av fólki við serligum tørvi, ið kunnu klára seg sjálvi í vardum bústøðum. Hesi eru í høvuðsheitum tey, ið eru fevnd av stuðulsfólkaskipanini fyri vaksin hjá Nærverkinum. T.v.s. sálarsjúk, menningartarnað, rørslutarnað, fólk við lættari ellisbreki og onnur við líknandi lættari brekum. Eg skal tó leggja dent á, at lógaruppskotið ikki avmarkar fólk við serligum tørvi til tey omanfyrinevndu ella á nakran hátt forðar, at serstakar lutaíbúðir verða bygdar til onnur við serligum tørvi – hetta var bert eitt dømi um málbólkin.
Tað hevur nevniliga víst seg at vera sera trupult at fáa raðfest byggingina av vardum íbúðum á fíggjarlógini, og tí hava hesi fólk tíverri alt ov leingi verið við sviðið soð. Lógaruppskotið ger tað møguligt at lánifíggja hesi sonevndu serstøku lutaíbúðafeløgini, samstundis sum landið fær møguleika til at veita tey neyðugu starvsfólkini til vardu bústaðirnar. Harvið eru fortreytirnar skaptar fyri, at eisini hesin bólkurin av fólki, við serligum tørvi til bústaðin, loksins kann fáa sømilig kor og fáa ein bústað, sum er bygdur til tørvin hjá tí einstaka.
Land, kommuna og avvarðandi lyfta í felag
Ítøkiliga er ætlanin at land, kommunur, felagsskapir og avvarðandi í felag kunnu lyfta uppgávuna at byggja teir vardu bústaðirnar. Eisini kann hugsast, at eftirlønargrunnar, fakfeløg eins og privat vinnurekandi, hava áhuga í at vera við í slíkum verkætlanum. Umframt ein ávísan eginpening er ætlanin, at feløgini skulu vera lánifíggjað, og harvið gerast tey ikki ein tung útreiðsla á løgtingsfíggjarlógini.
Serstøku lutaíbúðafeløgini eru at rokna sum sjálvstøðugar løgfrøðisligar eindir, og tí skuldi ikki verið nakar trupulleiki at taka lán. Hinvegin verður sjálvandi neyðugt, at útreiðslurnar til starvsfólkið knýtt at vardu bústøðunum, verða játtaðar á fíggjarlógini. Sum lógaruppskotið er evnað til, so verður tó lagt upp til, at hesin raksturin gerst so bíligur sum gjørligt.
Arbeiðsskapandi
Lógaruppskotið hevur eisini onnur endamál. Í uppskotinum eru nakrar ásetingar um brúkaravernd í sambandi við keyp og sølu av lutum í lutaíbúðafeløgum, og tí er uppskotið eitt stórt stig fram ímóti einum skipaðum føroyskum bústaðamarknaði. Harumframt kann væntast at lógaruppskotið eisini kemur at virka sum ein karmur kring arbeiðsskapandi tiltøk í byggivinnuni, tí tað er longu staðfest fleiri ferðir, at tørvurin á bústøðum til fólk við serligum tørvi er ovurstórur.
Eg skal tó eisini vísa á, at hetta lógaruppskotið einans er ein karmur kring skipanina av vanligum lutaíbúðafeløgum. Ein lóg í sær sjálvum byggir ikki bústaðir. Tað verður tí tað privata initiativið hjá byggivinnuni, fíggjarheiminum og ikki minst hjá privatfólki, sum skal fylla hesar karmarnar út.
Vanligt lutaíbúðafelag
Eitt vanligt lutaíbúðafelag er eitt samtak, har privatpersónar í felag eiga og reka eina ogn, ið bert kann nýtast til privatan bústað hjá teimum persónum, ið eiga ein lut í felagnum. Vit kenna hesi feløgini frá danska hugtakinum “andelsbolig”, men vanlig lutaíbúðafeløg eru skipað rættuliga nógv øðrvísi enn tær donsku “andelsboliger”. Orsøkin til hetta er, at tann danski bústaðamarknaðurin als ikki líkist tí føroyska. Dønum dámar best at búgva til leigu, meðan føroyingar helst vilja eiga teirra egna bústað. Tí hava ymisk norsk modell fyri skipan av lutaíbúðum verið nýtt í sambandi við lóggávuarbeiðið, av tí orsøk, at norski bústaðamarknaðurin er tann í norðurlondum, sum er mest átøkur tí føroyska. Hetta merkir m.a. at ein føroyskur lutaeigari fær nógv størri frælsi til at veðseta og selja sín egna bústað, enn møguligt er eftir danskari lóggávu.
Lutaíbúðafelagið er ein felagskapur, har eigararnir í felag lyfta nakrar byrðar, sum sethúsaeigarar eru einsamallir um. Tað er eitt sindur torført at vísa á nøkur dømi um, hvussu eitt vanligt lutaíbúðafelag kann skipa seg, tí hetta er ikki áður roynt á slíkan hátt í Føroyum. Men eitt dømi um eina slíka bygging kundi verið Tórsbyrgi í Havn, sum í dag er vorðið til eitt stað við góðum samanhaldi, har fólk eru serstakliga glað fyri at búgva.
Rós til embætisverkið
Tað hevði ikki verið møguligt at lagt eitt slíkt væl úr hondum greitt lógaruppskot á tingborð, uttan eitt megnaravrik frá embætisfólkunum í Almannamálaráðnum. Somuleiðis er uppskotið úrslitið av einum miðvísum politiskum arbeiði hjá mínum undanmonnum í landsstýrinum, Hans Paula Strøm og Bill Justinussen. Eg vil nýta hetta høvið til at takka teimum báðum fyri hetta, hóast tað skuldi eitt sambandsfólk til at føra skútuna heim í trygga havn.
Bert ein byrjan
Eg eri ógvuliga fegin um, at tað nú er komið so langt, at allur bústaðapakkin er lagdur fyri Tingið. Men samstundis skal eg vísa á, at bústaðapakkin einans er ein byrjan til at fáa skipaði viðurskifti á føroyska bústaðamarknaðinum. Sera stórur tørvur er nevniliga á eini eigaraskiftislóg í sambandi við keyp og sølu av privatum bústøðum. Tíverri er støðan soleiðis í dag, at bæði seljarar og keyparar hava eina alt ov veika rættarstøðu tá bústaðir verða handlaðir. Her hava vit eina skyldu mótvegis okkara samfelagsborgarum at skapa størri gjøgnumskygni. Eg vóni tí at fáa breiða undirtøku fyri at farast kann undir hetta arbeiðið sum framhald av tilgongdini við bústaðapakkanum.