Flogskiparafelag Føroya hevur á Portalinum og Rás2 í dag ført fram, at ein útbygging av Vága Floghavn ´ger lítlan mun´ og teir ´duga ikki at síggja, at ein útbygging av flogvøllinum í Vágum fer at geva meria trygd og reglusemi´. Flogskiparafelag Føroya hevur á Portalinum og Rás2 í dag ført fram, at ein útbygging av Vága Floghavn ´ger lítlan mun´ og teir ´duga ikki at síggja, at ein útbygging av flogvøllinum í Vágum fer at geva meria trygd og reglusemi´.
Nevndin í P/F Vága Floghavn ger ger í tíðindaskrivi í dag vart við, at flogvøllurin í Vágum uppfyllir øll galdandi trygdarkrøv.
Men í einum aftursvarið, sigur nevndin, at tað er heldur ikki tí, at flogvøllurin skal leingjast.
- Nevndin hevur grundgivið sítt tilmæli um leinging av vøllinum til 1799 metrar við, at ein longdur flogvøllur gevur møguleika fyri at taka ímóti størri flogførum, og at hetta kann vera við til at skapa kapping innan flúgving til og úr Føroyum, eins og longri vøllurin gevur møguleikar fyri beinleiðis flúgving úr Føroyum til meira fjarskotin lond sum t.d. USA, Suðurevropa og Eysturevropa bæði við fólki og farmi. Sostatt eru stórir handilsligir og ferðavinnuligir møguleikar í einum longdum vølli.
Í sambandi við útbyggingina verða innflúgvingartólini dagførd og glíðibreyt uppsett. Hesi tól vilja geva eina betring í regluseminum. Harafturat verður arbeitt við neyðugum mannagongdum fyri at nýta nýggju RNP tøknina, sum serliga nýggj flogfør kunnu hava nýttu av.
Umframt hetta gevur ein longri vøllur møguleika fyri at lenda í ávísum undanvindi, sum somuleiðis fer at gagna regluseminum.
Sostatt er nevndin í Vága Floghavn samd við felagnum fyri flogskiparar um, at kjakið um flogvøll í Føroyum ikki skal snúgva seg um trygd og reglusemi, tí hetta eru grundleggjandi fortreytir sum longu eru uppfyltar. Heldur eigur kjak at snúgva seg um at skapa møguleikar fyri føroyska samfelagið. Og teir eru góðir fyri lutfalsliga lítla íløgu í Vágunum.