Amariel Norðoy, Kári Svensson og Eyðun av Reyni lata nú upp framsýning í Smiðjuni Lítluvík.
Teir 3 húsast allir dagliga í bygninginum, har Frants Restorff hevur barkarí. Har hava teir á hvør síni hædd arbeiðshøli síni.
Nú hava teir gjørt av at sýna fram saman, men talan er ikki um vanliga framsýning, tí hugskotið er serstakt.
Hóast teir eru millum størstu nøvnini innan nútíðarlist okkara, so gjørdu teir av at hava eina framsýning við smáum myndum.
Hugskotið
Amariel hevði nakrar myndir, ið hann nevnir skravumyndir. Tær eru málaðar á lítlar og ofta avlangar plátur. Síðani er skravað í, fyri at fáa formin fram og ávirkan.
Har hómast Nólsoyggin, Kúrberg og Vestaravág.
Eyðun hevur gjørt nakrar málningar, sum ikki eru so øgiliga stórir og Kári sýnir fram myndir, har hann hevur lagt olju á pappír og handlitað litografi.
Ein dagin, teir starvaðust í hølunum hjá Restorff, fall prátið á lítlu myndirnar, og hugskotið um framsýning kom fram.
Náttúrulýsingar
Felags fyri allar myndirnar hjá Kára, Amariel og Eyðuni er, at tær eru náttúrulýsingar.
Skravumyndirnar hjá Amariel hava myndevni sum land og fjørður ella morgun.
Eyðun málar ikki ávíst motiv, men heldur er tað spennandi vetrarljósið og ljósskiftið, sum hugtekur hann.
- Pappírsmyndirnar tykjast onkrum at mynda okkurt kinesiskt tekin, sigur Kári skemtandi, men eisini her eru náttúrulýsingar og tað er ljósið, ið hevur givið íblástur.
Sýningin í Smiðjuni í Lítluvík við lítlu myndunum hjá stóru listamonnunum er opin tann 12. og 13. februar frá klokkan 15 til 19.