Stórir klettar bóltaðu oman á vegin

Tveir av steinunum vigaðu tvey tons hvør

Tíðliga í morgun fekk Landsverk boð um, at tveir stórur steinar vóru loysnaðir úr fjallinum oman fyri vegin beint norðan fyri í Hundsarabotni, og vóru endaðir heilt niðri á vegnum.

Á Landsverk siga tey, at talan var um stórar steinar, tí teir vigaðu eini tvey tons hvør, men eingin bilur var fyri. Teir lógu á hvør sínari vegbreyt, so tað var koyrandi og tað gekk ikki long tíð, so hevði Landsverk rudda burtur.

Á Landsverk siga tey, at tað er óvanligt, at grót loypur á vegin akkurát á hesum strekkinum og tað er ikki altíð, at veitin tekur tað, sum loypur.