Stúrir ikki fyri at taka ein bardaga

STARVSDAGUR Ronnie Midjord er ein ótroyttiligur stríðsmaður. Tað var skoðsmálið hann fekk á fjølmentari samkomu fríggjadagin, nú hann hevur arbeitt á Suðuroyar Sjúkrahúsi í samfull 40 ár

- Ronnie midjord er ímyndin av Suðuroyar Sjúkrahúsi, og slíkur heiður kemur ikki av ongum.
- Tað skal man gera seg fortjentan til við ágýtni og áhaldni.
Tað staðfestir Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum á almennari móttøku á Seglloftinum á Tvøroyri seinnapartin fríggjadagin.
Móttøkan var í sambandi við, at Ronnie Midjord nú hevur arbeitt á Suðuroyarsjukrahúsi í samfull 40 ár.
Hann byrjaði sum lærlingur á Sjúkrahúsi í 1973, stutt eftir at hann var liðgur í fólkaskúlanum.
Síðani helt hann fram sum skrivstovumaður og hevði síðstu árini hevur hann verið stjóri.
Karsten Hansen sipaði eisini til dygdir hansara sum borðtennisspælari á yngri aldri og hann heldur, at hann vísir somu dygdir sum sjúkrahússtjóri.
Hann hevur taktiskt medvit, var snildur og dugdi kynstrið at skrúva bóltin. Men hansara sterkasti trumfur var kanska tað harða smasjið, sum hann heldur ikki fýrir fyri at knalla til, tá ið neyðugt var.
- Hann hevur mangan givið politiska myndugleikanum ein skarpan gang og torir at tala politiska myndugleikanum beint ímót, so at ein avgerð verður altíð umhugsað tvær ferðir, segði landsstýrismaðurin.
Ímillum mangar aðrar røðarar var Knud Steinø, yvirlækni á Sjúkrahúsinum, sum staðfesti, at Ronnie midjord hevur ikki verið bangin fyri at taka teir bardagar, ið kravdust fyri at varðveita Sjúkrahúsið.
Eisini ein annar yvirlækni, Hans Petur Nielsen, legði dent á, hvussu væl Ronnie Midjord hevur stríðst fyri sjúkrahúsinum.
- Hann brúkar alla sína orku til at sláa garð um Sjúkrahúsið, segði hann.
Men røðarar løgdu eisini dent á, at tá ið á stóð og vanlukka av onkrum slagi rakti, vísti hann eisini, hvussu ótrúliga umsorganarfullur og ger alt fyri at rætta hjálpin verður veitt.
Sjálvur staðfestir Sjúkrahússtjórin, at sjúkrahúsið er treytin fyri tilveruni í oynni, tí hon er sjálv trygdin hjá Suðuroyingum tá ið á stendur, við tað, at tað ikki er landfast við Landssjúkrahúsið.
Nú hevur hann 40 ára starvsdag og hóast hann enn er í góðum árum, er hann greiður yvir, at 50 ára starvsstað fer hann ikki at halda.
Hann sigur, at starvið hevur kravt so nógv, at hann hevur ikki havt stundir at vera tað fyri familjuna, sum hann hevði viljað.
Tí kundi hann hugsað sær nøkur góða ár afturat, sum pensjónistur, har familjan skal raðfestast fremst.