Drápið í Sandágerði gekk bæði skjótt og væl, og nú um 5-tíðina eru allir hvalirnir sleipaðir heim á keiina millum Saltsøluna og Magn.
Fleiri stórir hvalir eru ímillum, og onkur er upp á 16 skinn.
Mett var, at grindin var um 100 hval, men nú siga metingar um 80 hval.
Sagt verður frá bátum, sum vóru vestanfyri, at teir vóru ikki meiri enn einir átta bátar, og tí fekst ikki rakstur á fleiri hvalir enn tað sama.
Høvdu vit verið fleiri bátar, høvdu vit uttan iva fingið ein størri bólk við okkum um Nesið, sigur ein teirra, ið var vestanfyri.
Enn ber ikki til at siga, nær seðlarnir koma út, men helst verður tað ikki fyrr enn um 9-10 tíðinaå í kvøld, men hetta frættist meira um seinni.