Stórir grindapartar

Heimapartarnir í grindini í Viðvík mikukvøldið vóru 0,35 skinn og menninir, sum høvdu alt stríðið við at reka og drepa, fingu tvey skinn í part. Tað er munur á at halda eini grind til í bygdum øki og á eini óbygdari vík sum Viðvík, sigur Karl Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum.

Tá hann skifti grindina, valdi hann at lívga menninar, sum høvdu alt stríðið, sum róku grindina í illveðrinum og teir, sum fóru upp um fjøll fyri at koma til Viðvíkar.

Menninir umborð á teimum níggju bátunum og teir á landi, fingu allir tvey skinn í part.

Grindin var 62 hval og 507 skinn.

Tá drápspartarnir vóru tiknir burturav, var restin skift til tey 810 fólkini eystan Múla.

Svínoy og Árnafjørður fingu ikki heimapartar, tí tær bygdirnar eru í Klaksvíkar kommunu og fingu burtur av grindini í Klaksvík í summar.