Stúrir fyri teim menningartarnaðu

Í dag er altjóða mannarættindadagur, og um allan heim verður ljós varpað á brot á mannarættindi. Í Føroyum eru eisini fólk, sum ikki er nóg væl vard og ikki hava nóg góða rættartrygd. Hetta sigur Diana í Puntabyrgi, fyrrverandi forkvinna í Javna, nú Sosialurin hevur varpað ljós á avoldaðu lógirnar fyri menningartarnað í Føroyum

Diana í Puntabyrgi eigur tvey vaksin børn við menningartarni, og í mong ár var hon ímyndin av felagnum Javna, har hon hevur sitið sum forkvinna í fleiri tíðarskeið.

- Ígjøgnum farin ár havi eg altíð valt at hugsa, at landsins politikararar ynskja og gera tað besta, eisini fyri fólk – børn og vaksin - við menningartarni og øðrum brekum, men við hvørt missi eg móti , sigur Diana í Puntabyrgi. Og at Føroyar framvegis hava ein verjulóg frá 1922, ímeðan grannalond okkara hava broytt lógirnar á økinum er ein av grundunum, hví hon stúrir.

- Í Danmark er lógin fleiri ferðir broytt, men myndugleikarnir í Føroyum hava ikki sæð týdningin enn. Í lógini halda vit fast í eitt menniskjasýni, sum var galdandi fyri hundrað árum síðani, staðfestir Diana í Puntabyrgi

- Javni hevur í mong ár heitt á landsstýrismenn í lógarmálum um at at broyta lógina, sum ikki kann sigast at vera ein verja, men ein foran fyri møguleikum. Men einki er hent, sigur hon.


Tørv á serlógum

Diana í Puntabyrgi sigur, at hon sjálv hevur ivast í, um tað ikki var betri um øll høvdu sama rætt og somu lógir í staðin fyri at hava serligar lógir fyri ein nøkur ávís fólk. Men í dag er hon ikki longur í iva.

- Eg havi altíð hildið, at vit øll skuldu hava somu rættindi. Men eftir øll hesi ár má eg síggja veruleikan í eyguni, at hetta vóru bert mínir ynskidreymar, sum ikki kunnu verða til veruleika. Tey menningartarnaðu hava brúk fyri serlógum, sum tryggja teirra rættindi.

- Í Danmark hava tey nú í mong ár havt eina servicelóg, sum nágreiniliga úgreinar rættindini hjá teim menningartarnaðu. Men vit hava stutt sagt onga lóg, ið sigur hvønn rætt tey hava, sigur Diana í Puntabyrgi.

Hon letur annars væl at samstarvinum millum Javna og norðurlendsku systirfeløgni, sum Javni hevur regluligt samstarv við fyri at betra umstøðurnar. Men tá tað kemur til lógir og rættindi, eru  Føroyar heilt avgjørt eftirbátur, staðfestir Diana í Puntabyrgi.


Ótíðarhóskandi ómynduggering

- Eg ivist, um øll foreldur vita hvussu støðan er, og hvat tað inniber fyri teirra barn, tá vit ikki eru her á fold meira, sigur Diana í Puntabyrgi. Hon greiðir frá, at um ein persónur verður ómynduggjørdur, kann hann ongantíð fara á val aftur. Og um hann arvar pening, er tað ikki hansara pengar. Teir skal skipanin taka sær av.

- Vit eru ikki øll líka fyri mentalt, heldur ikki fólk við menningartarni eru eins væl fyri. Á summum økjum hava tey tí brúk fyri verja, men tað merkir ikki, at tey skulu missa øll rættindi. Men í dag er eingin lógligur millumvegur, sigur Diana í Puntabyrgi. Hon heitir á øll foreldur um at ansa eftir, hvat tey gera, so at barnið við brekið og kanska eisini synstkini ikki fáa óneyðugar trupulleikar av hesum.


Harðskapur ikki í lagi

Tað eru nógv og dugnalig starvsfólk á føroysku bústovnum, og tey gera sítt besta fyri, fyri at búfólkini skulu hava tað gott og hava umstøður at mennast. Men Diana í Puntabyrgi staðfestir, at tað eisini eru onkur, sum onkuntíð fara út um mark.

- Tað undrar meg, at harðskapur kann forsvarast, tí vit ikki hava nakra verjlóg. Hvar er tað menniskjaliga, spyr Diana í Puntabyrgi.

- Leiðarin á Trivnaðartænastuni, Jóannes N. Dalsgaard, segði í samrøðu við Sosialin, at borgarnir stilla ikki krøv.  Jú víst seta avvarandi hjá menningartarnaðum krøv, men kanska verða tey ikki altíð mett so nógv sum aðrir borgarar í hesum samfelagnum.

Hon sigur, at tey menningartarnaðu eins og foreldur og avvarandi í mong ár hava bíðað eftir lógum, reglum og arbeiðsætlan. Hetta hevði eisini gjørt arbeiðið hjá starvsfólkunum lættari.

- Um tey høvdu eina verkætlan og endamálsorðing fyri hvørt búðfólki sær, hevði alt arbeiðið givið meira virðing og menning, leggur Diana í Puntabyrgi dent á.



Nærleiki og trivnaður.

Diana í Puntabyrgi sigur, at foreldur ynskja at vera í tøttum sambandi við Trivnaðartænastuna. Men nógv avvarandi kenna ikki Nærverkið sum nakað nær, og tá harðskapur ikki fær avleiðingar, hevur Trivnaðartænastan ikki trivnað í hásæti, staðfestir Diana í Puntabyrgi.

Hon vísir eisini á, at tey menningartarnaðu halda til í bygningum, sum eru niðurslitnir og ikki víðlíkahildnir.

- Hugsa vit um trivnað , er hetta ikki bestu umstøður at trívast í, sigur hon.

- Ei undir í, at fólk nú fara at ilskast inn á raðfestingina hjá Løgtinginum. Vit hoyra um sparingar á E3, Tjarnargarði, ÍSB og burturspardar umvælingar á sambýlum. Tað hevði verið ringt at ímynda sær sama sparingarlyndi, tá tað kemur til løgtingshús ella lønir til løgtingsmenn, sigur Diana í Puntabyrgi avgjørd.

- Og so leingi hetta er veruleikin, kunnu vit ikki við góðari samvitsku tosa um at seta Føroyar á verðinskorið sum undangonguland og eitt visiónsríkt samfelag, staðfestir hon.