Hevur landsstýrið nakrar ítøkiligar ætlanir fyri, hvat økið í Hoydølum, har studentaskúlin er, skal brúkast til, tá ið skúlin er fluttur út í skúladepilin í Marknagili?
Tað vil Heðin Mortensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, nú hava at vita frá partakvinnu síni, Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.
Heðin Mortensen, sum eisini er borgarstjóri í Havn, sigur, at tað verða nakrir fantastiskir møguleikar at gera okkurt heilt serstakt í Hoydølum, tá ið skúlin er fluttur.
Men Heðin Mortensen viðgongur, at hann stúrir fyri framtíðini hjá Hoydølum.
Tað, Heðin Mortensen stúrir fyri, er, at tá ið Studentaskúlin flytir yvir í Glasir í Marknagil, fær onkur almennur stovnur, sum hava átrokandi tørv á hølum, bygningarnar í Hoydølum at húsast í sum eina fyribils loysn.
Tá ið tað so kemur undan kavi, hvussu ringum standi, bygningarnir eru í, verður farið undir at gera bráðneyðugar ábøtur og tillagingar.
Og tá ið fyrst fleiri milliónir eru brúktar, vendst ikki aftur, og so kunnu bygningarnir ikki brúkast til annað virksemi.
- Hetta er tíverri tað, sum eg síggi fyri mær, og tað má ikki henda, staðfestir Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at í okkara samtíð eru boð eftir grønum økjum, frílendum og skógi sum amboð at bøta um fólkaheilsuna, og í bardaganum móti lívsstílssjúkum.
- Fólk gerast altsamt eldri, og lívsstílssjúkurnar gerast alt vanligari, og motión og rørsla eru neyðug bæði fyri frísk og sjúk,
- Tað er tí sjálvsagt at nýta hetta vakra økið til okkurt, vit kunnu vera errin av, og sum kann koma so nógvum borgarum, sum til ber, til góðar, bæði eldri og yngri, vaksnum og børnum.
Sjálvur skjýtur Heðin Mortensen upp, at bygningarnir í Hoydølum verða endurskaptir til bústaðir og endurvenjingarstøð til eldru borgarar okkara.
Trýst HER og les um, at Tróndur Sigurðsson, býráðslimur, heldur, at Hoydalar skal verða ein perla fyri eldri og yngri
- Og saman við tí stóra samanhangandi frílendinum rundanum, kunnu Hoydalar verður frístaður, og heilsubótarøki, fyri borgarar í øllum aldri til frama fyri føroysku fólkaheilsuna, sigur Heðin Mortensen.