Tað vil Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú hava at vita frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum.
Og tað vil hann hava at vita tí at hann hevur frætt, at nú er ætlanina at seta sama slag útbúgving á stovn, sum annars hevur verið ein hornasteinur undir Tekniska Skúla í Klaksvík í nógv ár. Tað er ein tøknibreyt, sum løgtingsmaðurin nú hevur frætt, skal setast á stovn á Glasi í Havn
Og tí vil hann hava Rigmor Dam at greiða frá um hin hevur hann góðkent, at eil breyt, ella ein útbúgvingarleið, sum líkist Tøknibreytini á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, byrjar á Glasi í summar.
Hann vil eisini hava at vita, hvørjar lærugreinar verða á Glasi og um lærugreinarnar vera tær somu, sum eru tær berandi á Tøknibreytini í Klaksvík.
Hann sigur, at Tøknibreytin, ella HT-útbúgvinginm, er eitt eyðkennið og eitt týðandi grundarlag undir Tekniska Skúla í Klaksvík.
Tað er bara í Klaksvík, at hendan tøknibreyt er og fyri góðum 10 árum síðan varð nýggjur skúli bygdur til endamálið.
– Men nú ljóðar, at Rigmor Dam hevur góðkent, at sama undirvísingarbreyt byrjar á Glasi í Tórshavn í summar, staðfestir Bjørn Kalsø.
Tøknibreytin á Tekniska Skúlanum í Klaksvík hevur verið væl dámd, og grundarlag hevur verið fyri minst einum, og viðhvørt tveimum flokkum um árið.
– Og við tað, at útbúgvingin bert hevur verið í Klaksvík, hava næmingar úr øllum landinum verið á skúlanum
Men verður nú sama útbúgving á Glasi, kann hugsast, at grundarlagið undir Tøknibreytini í Klaksvík viknar, stúrir Bjørn Kalsø fyri.