Stúrir fyri, at fleiri fáa lívshættisligar sjúkur

Nú skal Poul Michelsen greiða frá, hvussu hann ætlar at forða fyri at fleiri føroyingar verða lívshættisliga eitraðir av spiltum mati

Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at fyribyrgja, at títtleikin av botulismu aftur fer at økjast í Føroyum?

 

Tað er spurningurin, Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, nú skal greiða frá

 

Tað er Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinna, sum vil hava Poul Michelsen at greiða Løgtinginum frá hesum

 

Annars hevur Poul Michelsen lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera tað lógligt at selja fleiri føroyskar matvørur, hóast tær ikki eru hagreiddar á løggildum virki, og tað verður helst endaliga samtykt í Løgtinginum í næstu viku.

 

Og Sonja Jógvansdóttir vil nú hava at vita, hvussu tað uppskotið sampakkar við tað fyribyrgjandi arbeiðið, sum annars verður gjørt.

 

Sonja Jógvansdóttir  vísir á, at granskarar hava nýliga staðfest, at hesi seinastu 20-30 árini hevur títtleikin av botulismu verið munandi hægri í Føroyum hann hann hevur verið í okkara grannalondum, hóast vit ikki vita um nakran tilburð í Føroyum hesi seinastu 11 árini.

 

Hon vísir á, at bæði í lógarverkinum og í fyrisitingini, verður annars stórur dentur lagdur á tað fyribyrgjandi arbeiði. Men hinvegun tykist tað sum um ætlanin at gera tað lógligt at selja matvørur, sum ikki er hagreiddar á løggildum virki, er í andsøgn við tað fyribyrgjandi endamálið.

 

Í hesum sambandi hava bæði Landsdjóralæknin og Heilsufrøðiliga Starvsstovan nevniliga víst á, at verður ætlanin sett í verk, verður matvørutrygdin sett í álvarsligan vanda, og sum frá líður, kann tað skaða føroyska matvøruframleiðslu.

 

Er matvørutrygd ikki í lagi, kann hetta hava við sær hættisliga sjúku og deyða, staðfestir Sonja Jógvansdóttir og tí vil hon hava at vita, hvørji stig, landsstýriskamaðurin fer at taka fyri at fyribyrgja tí.