- Eg má siga, at tað er komið ótrúliga lítið burturúr.
John Johannessen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin í samgonguni, er alt annað enn nøgdur við fiskivinnupolitikkin hjá samgonguni.
Og tað ætlar hann at gera vart við í Løgtinginum í dag, tá ið uppskotið um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap, kemur til viðgerðar.
Hann er so misnøgdur við ætlanina hjá samgonguni, at hann væntar ikki, at hann yvirhøvur fer at atkvøða fyri, hóast hann er ein partur í samgonguni.
Sostatt er lagt upp til ein festligan dag í Løgtinginum, har vit fáa sjón fyri søgn fyri, at samgongan er ikki samd um tann politikkin, sum skal førast á einum so týðandi øki, sum í fiskivinnuni.
John Johannessen vísur á, at nú hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum arbeitt í trý ár við eini ætlan um at broyta lógina um vinnuligan fiskiskap.
- Men eg má siga, at úrslitið er ómetaliga soltið, tí broytingarnar eru lítlar og ongar.
Og hann ger eisini greitt, at hann er als ikki til reiðar at leypa á leistum fyri samgonguna og at atkvøða fyri uppskotinum.
Hann sigur, at sum málið liggur nú, er tað eitt stórt ivamál, um hann er til reiðar at leggja navn til tað, sum samgongan ætlar at seta í verk.
Tað, sum hann serliga stúrir fyri er ein áseting í grein sjey, sum staðfestir, at lýkur reiðarin framvegis treytirnar, verða fiskiloyvini endurnýggjað.
- Í mínum hugaheimi merkir tað, at reiðarin fær at kalla ognarrætt til fiskiloyvi, tí so leingi hann lýkur treytirnar, skal loyvið endurnýggjast.
- Sostatt er ætlanin at geva privatfólki ognarrættin til fiskitilfeingið hjá okkum øllum, tí í mínum hugaheimi verða fiskiloyvini endurnýggjað automatiskt. Og tað er ein spurningur um hetta ikki kann tulkast sum um at vit geva einstaklingum ognarrættin til fiskitilfeingið.
Beint ímóti vallyftunum
Løgtingsmaðurin sigur, at hetta er ikki tað, sum Javnaðarflokkurin lovaðu uppundir seinasta løgtingsval.
- Tá lovaðu vit at føra ein fiskivinnupolitikk, har vit skulu seta ein fiskidagabanka á stovn, har tað almenna skal selja fiskiloyvi til hægstbjóðandi og har tað verður staðfest, at fiskiríkidømið er ogn Føroya Fólks.
Hetta skuldi eisini gerast fyri at steðga spekulatiónini í føroyskari fiskivinnu, har loyvið, sum eru fingin fyri einki, verða seld og vinningurin stungin í lumman hjá einstaklingum ístaðin fyri at hann fer í landskassanum.
John Johannessen sigur, at fer flokkurin nú at føra ein politikk, sum hevur tað beint øvugta endamálið, stúrir hann fyri, at veljarans dómur yvir flokkin verður harður á næsta løgtingsvali.
- Her snýr tað seg um sjálvt náttúrutilfeingið hjá okkum øllum, so her mugu vit undir ongum umstøðum svíkja, leggur hann afturat.
- Vit mugu undir øllum umstøðum tryggja okkum, at tað, vit samtykkja verður púra greitt, so at fiskiríkidømið framvegis verður ogn Føroya Fólks.
Hann viðurkennir, at fiskidagabankin verður ikki settur á stovn í hesi samgonguni
- Men Javnaðarflokkurin má eisini tryggja sær, at hann ikki leypir frá sínum vallyftum og tí kunnu vit ikki flyta okkum beint tann øvugta vegin av tí, vit hava lovað og fara enn longur burturfrá fiskidagabankanum og felags ognarrættinum, leggur hann afturat.