Stýringin má styrkjast

KÍ verður nú revsað fyri at hava valt einastu skilagóðu loysnina. Nevnliga at steðga útreiðsluveitsluni

Ítróttarklumman

 

Stigatalvan í Vodafone-deildini eftir fyrstu seks umførini bendir á, at óhugsandi støðan kann gerast veruleiki. Nevnliga at fremsta føroyska fótbóltsdeildin um eitt ár kann standa uttan umboð fyri norðoyggjar.

Sjálvandi er einki lið friðað, og fáa klaksvíkingar ikki fleiri stig enn í minsta lagi tvey onnur lið í deildini, so er niðurflytingin veruleiki.

Samstundis er veruleikin tó, at KÍ í løtuni verður revsað, tí teir hava gjørt av at steðga skilaleysu útreiðsluveitsluni, sum í alt ov nógv ár hevur sett sín dám á føroyskan fótbólt.

Tað er eingin loyna, at fleiri av hinum feløgunum í Vodafone-deildini framvegis sigla sera tungan sjógv, og úr FSF hevur alment verið sagt frá, at trý lið í ár eru undir beinleiðis fíggjareftirlitið.

Men tað stendur í sterkari andsøgn til hetta, at flestu feløgini framhaldandi mest sum ótálmað kunnu knýta dýrar spælarar at hópinum, og tað kundi bent á, at FSF antin ikki torir at revsa tey feløg, sum ikki makta sínar fíggjarligu skyldur, ella at FSF ikki hevur neyðugu amboðini til at halda í teymunum á leiðslum, sum í vónini um ein framtíðar vinning framvegis hava stór hol í niðara endanum av pengakassanum, har pengarnir sleppa at floyma úr.

Tað hevur verið sagt fleiri ferðir, og vit kunnu gjarna gera enn eina endurtøku. Skal føroyskur fótbóltur mennast, er fyrst og fremst grundleggjandi neyðugt, at fótarbeiðið í ymsu feløgunum verður gjørt til lítar. Og tað verður tað ikki, so leingi sum feløg á hvørjum ári kunnu keypa seg til gull, heiðursmerki ella bara yvirliving. Væl at merkja, uttan at rokningin verður goldin.

Tað er framvegis støðan hjá fleiri av føroysku fótbóltsfeløgunum, og tað er framvegis støðan, sum FSF sum savnandi og stýrandi organ í føroyskum fótbólti noyðist at fyrihalda seg til.