Stýring má til

Oddagrein

Nýggi landsstýrismaðurin í innlendis málum nart í Degi og Viku týskvøldið við spurningin, hvørt tað yvirhøvur er rætt, at kommunur hava eitt íløguloft, sum er ásett av landsmyndugleikunum.

Jógvan við Keldu, sum sjálvur hevur eina fortíð sum borgarstjóri í næst størstu kommununi í landinum tóktist vera sannførdur um, at verandi íløguloft er meira enn bági enn ein hjálp hjá kommununum, og at hann tí væl kundi hugsað sær, at hetta varð tikið burtur.

Í endanum av samrøðuni segði landsstýrismaðurin, at hann í hesum ikki hugsaði lokalt um klaksvíkina, men at hann var landsstýrismaður fyri føroysku kommunurnar, og at hann tí hugsaði um allar kommunurnar í hesum.

Men samstundis gloymdi Jógvan við Keldu at siga, at hann eisini umsitur kommunumál vegna Føroya Fólk. Og sjálvt um tað fyri einstøku kommunurnar við hvørt kann vera irriterandi við einum íløgulofti, so er einki at ivast í, at hetta landsbúskaparliga er eitt av týdningarmestu stýringsamboðunum yvirhøvur.

Fiskivinnuni og tí, sum hartil hoyrir, fáa vit nevnliga als ikki stýrt, og vit tykjast í løtuni enn einaferð at muga ásanna, hvussu ógvusligar konjukturbroytingarnar kunnu vera í okkara viðkvæma búskapi.

Júst orsakað av hesum er byggivinnan á landi kanska besta stýringsamboðið, sum landsstýrið hevur, og tí er eisini alneyðugt við einum íløgukarmi fyri kommunurnar. Hóast orðið »tvingsul« sjáldan verður væl móttikið, so hevur tað landsbúskaparliga ovurstóran týdning, at kommunurnar verða noyddar at raðfesta íløgurnar, og so heldur lata onkra bíða í eitt ár ella tvey, hóast tað nóg mikið av peningi til hesi. Tí tann aktivitetur, sum byggivinnan kann skapa í minni góðum tíðum er altavgerandi í royndunum at tálma búskaparligu sveiggjunum. Og í búskaparligari niðurgongd eru tað sjáldan tey privatu, sum seta mest ferð á hesa vinnuna. Tí er alneyðugt við eini skipan, sum fær kommunurnar at halda aktivitetinum niðri í góðum og uppi í ringum tíðum.

Við hesum verður ikki sagt, at skipanin við íløguloftinum ikki kundi verið smidligari. Her kundi eitt hugskot verið, at lógarbundnar íløgur, sum fleiri kommunur nú hava fyri framman, ikki vigaðu eins nógv í íløgukarminum, og at rásarúmið til hesar tí varð gjørt nakað størri. Læna seg út sjógv kunnu kommunurnar kortini ikki, tá markið fyri lántøku er sett til eina ársálíkning.