Líka síðan manningin á polska seglbátinum var bjrgað, hevur fyrsti stýrimaður, Jery Matyl ligið á Landssjúkrahúsinum, men í gjár varð hann útskrivaður.
Av tí at annað lunga var punkterað, fekk hann boð um ikki at fara í flogfar næstu tvær vikurnar.
Hann longdist illa eftir at sleppa heim, og skipað var tí fyri, at hann slapp við Norrønu í gjárkvøldið.
Av tí at hann skuldi geva frágreiðing til sjorættin um ólukkuna, varð sjórættur settur seinnapartin.
Maðurin greiddi har frá, at hann ikki sá hvat hendi, tá ið hin maðurin slerdi út og seinni doyði.
Hann mintist bara, at hann hoyrdi buldrið av eini stórari aldu, og í næstu løtu lá hann í sjónum og var srundum undir.
Hann metti alduna at hava verið 14 metrar høga.










