Vit nevndu tað í blaðnm leygardagin, at Strálan var millum bátarnar, sum tóktust hava møguleika at hótta Hvessingin. Strandingar og hinir umborð kendu tað á sær, tá teir fóru suður við Smyrli, og róðurin vísti, at teir høvdu nakað at hava vónirnar í:
? Eftir róðurin í Runavík skiftu fleiri menn pláss. Vit kendu tað beinanvegin undir venjingini, at tað hjálpti væl, og nú hava vit góðar vónir um tað, sum er eftir av hesum árinum.
Tað er bátsformaðurin á Stráluni, Hilmar Joensen, sum vit tosa við. Hann er 35 ára gamal, og hann hevur nógvar royndir í kappróðri. Í síni tíð hevur hann róð við Svani, Oyndra, Sjóriddaranum, Skálabatinum og Stráluni, sum hann var við, tá hon fyrst í níti árunum vann FM.
Undanfarin ár hevur Hilmar róð, men í ár hevur hann ikki havt stundir at vant so nógv, og so dýkir hann á hinar úr reingini.
? Síðani flaggdagin hava vit vant fýra ferðir um vikuna. Nú venja vit tríggjar ferðir, og tað er hugaligt.
Burtursæð frá stýrimanninum er elsti maðurin umborð 22 ár. Hinir eru 19?22 ára gamlir. Ein luttekur fyri fyrstu ferð í kappróðri, meðan allir hinir hava róð við Stráluni í tvey til fýra ár. Tríggir búgva á Strondum, ein á Morskranesi, ein skálamaður, sum er búsitandi í Klolafirði, koyrir inn á Strendur at venja tríggjar ferðir um vikuna, og tveir, sum búgva á Skála, rógva við.
? Tíverri tykist kappróðurin á Skála at vera dottin niður fyri. Vónandi koma teir afturíaftur, men tað gongur skjótt, tá eitt ár fer burturímillum, staðfestir formaðurin á Stráluni.
Høvdu takið
Strálan vann í Vági fyri tveimum árum síðani. Teir hava ongan róðurin vunnið síðani tá, men Hilmar Joensen heldur, at hesa ferð hava teir góðar møguleikar at vera við í kappingini:
? Vit fingu ikki serliga góðan start. Tað gera vit ongantíð. Vit hava hugt eftir upptøkuni, og hon vísir, at vit beinanvegin komu ein skut afturum Hvessing og Hósvíking. Men vit vunnu munin skjótt aftur, og tað var hugaligt, tá vit so spakuliga fóru frá hinum bátunum. Vit megnaðu hesa ferð at vera støðugir. Tað hevur alt at siga. Vandin er, at ferðin dalar eitt sindur. Tá er trupult at koma uppaftur. Hesa ferð megnaðu vit betri at vera støðugir, enn vit hava gjørt tað í hinum róðrunum, og so er takið at halda á við somu ferð, sigur ein spentur Hilmar Joensen, formaður, stýrimaður og veteranur umborð á Stráluni á Strondum.
Leygarkvøldið var stór móttøka í bygdarhusinum á Strondum. Teir vóna og halda tað vera møguleiki fyri, at tað aftur komandi leygarkvøld verður orsøk at koma saman. Hvussu tað verður við tí, fara hósvíkingar og teir í Hvalvík og Streymnesi eisini at vera við til at avgera. Kappingin millum 6?mannaførini við monnum, sum komandi leygardag aftur fara at kappast á 1500 metrum, verður sera stór!
jh; tykist lítil ivi vera um, at nýggi Havnarbáturin hevur eins góðan møguleika at vinna á komandi stevnunum, sum hinir bátarnir í tøttu kappingini millum 10?mannafør hava.
jh