Stýrimaður vann 10.000 krónur

- Hetta er saktans gott at fáa á frívaktini, segði maðurin umborð á Hans á Bakka, sum slapp at snara gekka-hjólinum í kvøld.

 

Tað var stýrimaðurin umborð á Hans á Bakka, Martin Smith, sum býr í Havn, ið fekk fulla plátu í gekka-spælinum í kvøld og slapp at snara hjólinum.

Hans á Bakka liggur í løtuni á Glyvrum og bíðar eftir betri líkindum.

Martin Smith fortaldi gekka-vertinum í kvøld, Magnusi Magnussen, at teir eru seks mans umborð í senn, og teir eru tríggjar vikur umborð í senn.

- Hetta er eitt deiligt skip, og skipið roynist væl, legði hann aftrat.

Høvuðsvinningurin í gekka-spælinum í kvøld á 200.000 krónur, og Martin Smith valdi at koyra alla upphæddina í bláa leypin.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 12.500 krónum, í aðru royndini á 15.000 - og í triðju og seinastu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum gjørdist vinningurin hjá Martini Smith í kvøld.

- Men, 10.000 krónur er gott at fáa á frívaktini í kvøld, helt verturin, Magnus Magnussen, fyri. Og her var stýrimaðurin umborð á Hans á Bakka ikki ósamdur.

- Ja, tað er saktans gott, segði hann og takkaði fyri.