Stórigarður aftur til heiður og æru

- Stórigarður er ein søguligur boðberi um, hvussu nógv Havnin er vaksin. Tí átti hann at komið aftur til tign, sigur arkitekturin, Eyðun Eliasen.

Havn: - Øll kenna kinesiska múrin. Berlinmúrurin er eisini vælkendur, hóast hann ikki stendur uppi longur. Men tað eru ikki eins nógv ið kenna Stóragarð, skrivar Eyðun Eliasen á bloggi sínum.

Stórigarður kann sjálvandi ikki sammetast við hinar báðar í stødd og vavi. Men talan er kortini um eitt sera hugtakandi verk:

- Sum sjálvstøðugt fysiskt skap, hóast hann í støðum er partur av aðrari nýggjari bygging. Ein gamal hondlaðaður grótgarður í býnum. Hann er úr tilfari og litum sum eru mótsetningar til modernað byggitilfar í einum býi ídag.

Harumframt er hann ein søguligur boðberi um, hvussu nógv Havnin er vaksin. Fram til 1863 var Stórigarður nevniliga markið millum býin og bøin.


Ein leivd

Eyðun Eliasen vísir á, at Stórigarður er meiri at kalla eitt eiti í dag.

- Hann er ikki longur serliga sjónligur sum ein samanhangangdi gyrðing millum bý og bø, eins og hann einaferð var, vísir hann á.

- Navnið ber brá av, at hann í síni tíð var ein stórur garður. Tað kann mann ikki júst siga at hann er ídag.

Tað eru eisini onnur viðurskifti, ið gera Stóragarð so áhugaverdan.

- Nógvir býir hava sjónligar leivdir frá eldri tíðum, sum verða tiknar fram og gjørdar til nakað sum ger býin ríkari uppá upplivingar.

- Stórigarður hevur hesar møguleikar í sær, og kundi komið aftur til tign, vísir altso Eyðun Eliasen.

Bloggurin hansara fekk ikki loyvi til at standa leingi ósvaraður. Tað vóru beinanvegin teir, ið hildu nógv um hugskot hansara.

Spurningurin er so, hvat býráðið kann, ella ætlar at gera í hesum sambandi.