Stóribeiggin var jokarin

Tað kom dátt við, at toppskjúttin í Sundalagnum, 25 ára gamli Arnbjørn T. Hansen, ikki var førur fyri at spæla við fullari megi í gjár. Tað hevði stóribeiggi hansara, 27 ára gamli Gert A. Hansen, fyrireikað seg uppá. Tað var sum burtur úr ongum, at hann fór í leiklutin, sum lítlibeiggin annars hevur spælt fyrimyndarliga væl í ár. Fyri fyrstu ferð nakrantíð skeyt Gert A. Hansen tvey mál í sama dysti í fremstu røð, tá EB/Streymur basti oddaliðnum í Gundadali

B36: Fimm bóltar
EB/Streymur: Fýra bóltar
-------------




Hann fekk seg royndan, og tað var ikki lætt.
Kollfirðingurin í EB/Streymi var stundum settur undir stórt trýst í verjustøðu. Súni Olsen, Jákup á Borg, Símun Joensen og hinir mótstøðumenninir runnu hann ofta av, meðan mælsku viðhaldsfólkini í B36-húsinum eggjaðu sínum fótbóltshetjum. Eitt dømi var, tá Súni Olsen rann hann av og setti beina kós móti málinum. Sum verjuspælari visti hann ikki aðra loysn, enn at skumpa mótstøðumannin í ryggin; fríspark og gult kort. Soleiðis tók hann broddin av hesi álopshóttanini. B36 spældi seg til aðrar møguleikar í sínari vinstru síðu, har Gert A. Hansen, sum vongverji í høgru, royndi at verja fyri sum frægast. Hóast kollfirðingurin hevði nógv at takast við, tók tað hann ikki av ræði – men tað var á hinari leikhálvuni, at hann gjørdi um seg av álvara.
27 ára gamli Gert Hansen hevði ongantíð skotið tvey mál í einum landskappingardysti í bestu føroysku fótbóltsdeildini, tá hann sat í skiftingarrúminum og dró bláu og svørtu spælitroyggjuna yvir høvdið, gott og væl ein tíma undan oddabrakinum í Gundadali. Máltevinum bilar einki, hann hevur skotið nøkur mál seinastu árini, men tað er ein sannroynd, at uppgávan sum vongverji í høgru er ikki nøkur sjálvsagd borgan fyri, at hann rennur seg til upplagdar møguleikar.
Tað ger heldur einki. Ta uppgávuna hevur lítlibeiggi hansara, Arnbjørn T. Hansen, røkt meistarliga. Hann hevur skotið eina rúgvu av málum. Men framherjin við serstaka snoddtevinum fyri málinum var ikki við frá byrjan í gjár. Hann hevur verið darvaður av skaða seinatu dagarnar, og var ikki førur fyri at spæla við fullari megi. Sorin Anghel, sum hevur røkt álopssessin fyrr, var heldur ikki við vegna skaða. Heðin Askham, venjari, gav Arnbjørn Hansen pláss á beinkinum, meðan Levi Hanssen skuldi vera einsamallur álopsmaður.
Tað bilti ikki. Gert A. Hansen tók á seg leiklutin at skjóta avgerandi málini, og hann syrgdi fyri, at EB/Streymur hóttir framvegis oddaliðið í stríðnum um føroyameistaraheitið.

Málini
Gert A. Hansen skeyt bæði málini hjá EB/Streymi í gjár. Tað vóru tvey sera týdningarmikil mál. Sundalagsmenn vunnu oddabrakið í Gundadali og syrgdi fyri, at B36 verður verandi á 55 stigum sjey dagar afturat – í øllum førum.
Gestirnir komu á odda, tá fimm minuttir vóru farnir av dystinum. Tað var heldur tilvildarligt. Gert A. Hansen hevði bóltin í høgru síðu, tá hann sendi leðurkúluna inn fyri málini. Eingin setti krúllin undir bóltin, sum heldur fann leiðina inn í málið við handaru stong.
Tjúgu minuttir seinni fullførdi hann aftur eina hóttan. Verjan hjá B36 var sannførd um, at talan var um rangstøðu, tá Gert A. Hansen spældi væl saman við Levi Hanssen, og vongverjin brádliga var einsamallur móti Meinhardti Joensen. Hann var púra kaldur og sendi bóltin framvið málverjanum.
Tað var júst tað, Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi, hevði ætlað.
- Tað var vandi á ferð, tá vit søktu at málinum hjá B36. Samstundis vóru vit væl skipaðir í verjustøðu, og B36 kom sjáldan nærri okkara málið enn brotsteigarmarkið. Vit vistu fullvæl, at Súni Olsen og Róaldur Jacobsen kunnu skjóta mál úr 25 metrum, og tað var eisini nær við, at eitt av teirra langskotum fór inn í fyrra hálvleiki, sigur Heðin Askham. Hann skoytir uppí, at talan var um sannan stríðssigur í gjár.
Róaldur Jacobsen, Lukasz Cieslewicz og Jákup á Borg vóru nær við, tá teir royndu seg. Nærmastur var Klæmint Matras í tveimum førum: Fyrst fór bólturin á tvørtræið, tá hann smekkaði til av brotsteigarmarkinum, og løtu seinni sendi hann brotsspark í stólpan.
Eitt av langskotunum gav úrslit eftir steðgin. Jákup á Borg minkaði um munin við flottum skoti. Fleiri mál komu ikki.

Við fullari ferð
EB/Streymur er einasta liðið, sum hevur knógvað B36 í hesum kappingarárinum – eina ferð í steypakappingini, og tvær ferðir í landskappingini. Sigurin í gjár var tann áttandi upp í slag. Góða úrtøkan ber í sær, at sundalagsmenn bjóða nú av álvara av í stríðnum um føroyameistaraheitið.
Næsta uppgávan er mikukvøldið. Tá verða Arnbjørn T. Hansen og Sorin Anghel helst við frá byrjan. Eydnast tað at fáa fulla úrtøku í Fuglafirði móti ÍF, eru sundalagsmenn bara tvey stig frá oddaliðnum.
B36 kundi fara frá nærmastu kappingarneytunum í gjár. Tað eydnaðist ikki. Sum heimasíðan hjá B36 tekur til.
»Fyri fyrstu ferð í ár máttu vit úr Gundadali sum taparar. Men enn hava vit allar møguleikar sjálvir. Gera vit okkara, so eru vit meistarar – líkamikið hvat hini gera. Men tað er ikki sørt, at úrslitið í dag gjørdi alt eitt sindur meira spennandi, enn tað burdi verið.«
Tað broytir ikki, at Gert A. Hansen og hinir sundalagsmenninir spæla við fullari ferð.