Stóri var væl fyri

Føroyski landsliðsvenjarin var sum vera man fegin um úrslitið, og yvir høvur vórðu nógvar rósur býttar út á tíðindafundinum, har einasta staðfestingin tó tóktist vera, at miðverjan verður hin sama til landsdystin móti skotum

Einki er at siga til, at tað var ein væl hýrdur Henrik Larsen, sum eftir landsdystin mikukvøldið kom á tíðindafund við pressuna. Spurningar vórðu settir á bæði donskum, týskum og enskum, og sum mest náttúrliga partin av øllum svaraði »stóri« aftur á teimum málum, sum spurningarnir komu á.
Fyrst og fremst var tað sjálvandi sjálvur sigurin, sum hevði sent hýrin í topp.
- Eg kann ikki vera annað enn nøgdur um sjálvt úrslitið, og ikki minst um at Føroyar nú endiliga hava skorað á Tórsvølli, legði venjarin fyri.
- Hartil frøddi tað meg eisini, at vit vóru spælstýrandi somikið stóran part av dystinum.
Tá ein skotstkur blaðmaður síðani dittaði sær at spyrja, hvørt venjarin var fegin um stríðsviljan hjá hansara monnum, nú teir høvdu vent 0-1 til 3-1 segði Henrik, at tað var hann sjálvsagt, men hann legði tó afturat, at hetta visti hann av egnum royndum frammanundan, so tí partinum hevði hann ongan tíð ivast í.

Nervar gjørdu sítt
Nýggja spælskipanin hjá landsliðnum var sjálvandi eisini umrødd, og yvir høvur var venjari positivur í eftirmetingini, tó at hann var samdur í, at leikararnir kanska hildu dekan ov fast í hesari fyrstu longu løtuna.
- Lat meg fyrst siga, at orsøkin til at tað lat seg gera at spæla 4-4-2 somikið væl fyrst og fremst er Jógvan Martin Olsen. Hann hevur framt eitt framúr arbeiði hesar fyrstu mánaðirnar, og tí vóru grundleggjandi lutirnir fingnir upp á pláss, longu áðrenn eg kom.
- Yvir høvur eri eg sera væl nøgdur um avrikið hjá leikarunum, men tað er rætt, at vit ikki vóru nóg dugnaligir at bróta keturnar í fyrra hálvleiki. Hetta er tó helst púrasta náttúrligt, nú spælararnir fyri fyrstu ferð spældu við nýggju skipanini og eisini við nýggjum venjara. Teir gjørdust kanska ov fastlæstir á sínum plássum, »tí venjarin segði eg skuldi standa her«, men tá nervarnir loysnaði í seinna hálvleiki, fingu vit veruliga glið á.
- Ikki tí. Eg var eisini væl nøgdur um fyrra hálvleik, og tó at spælið tá ikki var eins nøktandi, so skapa vit eisini fleiri málmøguleikar, og skoraðu vit tá, kundi dysturin kanska forma seg heilt øðrvísi. Nú sluppu teir at leggja seg longur aftur á vøllin, og tað gav okkum trupulleikar eina løtu, men tíbetur fingu vit so loyst hesar.
Tá vit at enda spurdu Henrik Larsen, um tað vóru einstakir leikarir, sum hann hevði hug at taka fram, var hann kanska eitt sindur trekur at byrja við.
- Skal eg taka nakað framum, so má tað vera miðverjan, har Óli og Jón Rói báðir spæla framúr væl, men yvirhøvur eri eg væl nøgdir um allar leikararnir. Vit hava tveir málverjar, sum standa ein feilfrían hálvleik í part, og tó at eingin var skiftur út vegna ónøgd, so sýndu allir innskiftararnir, at teir væl eru førir fyri at traðka inn á liðið, og tað er so avgjørt at fegnast um.

Bíðar nakað enn
At enda fall tosið inn á komandi uppgávuna móti skotum, men her var venjarin meira trekur at svara.
-Lat okkum nú bara vóna, at Danmark vinnur við einum 4-5 málum, so teir einki sjálvsálit hava, tá teir koma hendanvegin, helt hann skemtandi fyri, áðrenn hann aftur gjørdist meira álvarsamur.
-At tosa um tann dystin longu nú, er kanska dekan ov tíðliga. Sjálvandi fekk eg nógv burtur úr hesum dystinum, men eg kann tó ikki seta liðið enn. Tað kann jú vera, at nakrir leikarar verða skaddir, og so er eisini at vóna, at onkur teirra, sum gav avboð hesaferð, verður tøkur til tann dystin. Akkurát hvussu kortini verað blandað, kann eg tí ikki siga enn, men tað mugu Jógvan Martin og eg so finna út av komandi vikurnar, segði ein væl hýrdur Larsen at enda, áðrenn hann saman við FSF umboðunum legði leiðina niðan á Hotel Føroyar.