Stýrið tekur streymslitið upp

Ongar ítøkiligar ætlanir eru um at streymslitið skal kannast av óheftum serfrøðingum, ella at tað skal hava avleiðingar fyri leiðsluna í SEV


Sambært Leivi Hansen, stýrisformann í SEV, er hann sera harmur um at streymurin fór um alt meginøkið ólavsøkumorgun og hann sigur, at stýrið fyri SEV fer at viðgera streymslitið á fundi tann 15. august. 
- Tey, sum hava ábyrgdina fyri dagliga rakstrinum, fara nú at gera eina frágreiðing um streymslitið, og síðani fara vit at taka støðu til, hvørjar avleiðingar tað skal hava fyri mannagongdir og skipanina sum heild, sigur Leivur Hansen.
Og hann sigur seg ikki hava hugsað um at seta í verk eina óhefta kanning av mannagongdum, backup- og recovery skipanunum hjá verkinum, ella um streymslitið skal hava avleiðingar fyri eitt nú stjóran í SEV, Klæmint Weihe.
- Hetta má bara ikki koma fyri, og tí taka vit streymslitið í størsta álvara og vit fara at síggja til, at møguligar mannagongdir verða endurskoðaðar ella broyttar, sigur stýrisformaðurin við Sosialin.