Tað eydnaðist ikki hjá gomlu dreingjunum í Lyngby at vinna enn eitt meistaraheitið. Finalan hjá Old-Boys varð spæld í gjár, og sum ikki eina ferð stóð dysturin millum Lyngby og AGF. Hesa ferð eydnaðist tó AGF at vinna dystin 3-2, og so hjálpti tað lítið, at Larsen, Laudrup og aðrir stóðu hinumegin miðstrikuna.










