Stóri skal venja Køge

Køge hevur tey bæði seinnu kappingárarini talst millum liðini, sum hava stríðst fyri uppflyting til donsku superliguna.
Enski ríkmaðurin, Clive Stapleton, hevur brúkt á leið 10 mió kr. í hesum royndum, men enn hevur hetta ikki givið ynskta úrslitið, og nú er Stapleton ávegis úr felagnum.
Tað merkir tó ikki, at alt er steðgað upp. Leiðslan í felagnum hugsar framvegis frameftir, og nú er avtala gjørd við Henrik Larsen, um at hann skal verða venjari hjá liðnum, sum enn einaferð meddar eftir uppflyting.