Stóri samráðist við Køge

Síðani á sumri 2006 hevur Henrik Larsen verið venjari hjá danska 1. deildarfelagnum Køge, og nú er upp á tal, at sáttmálin millum partarnar skal leingjast

Fíggjarstøðan í felagnum hevur tó verið vánalig. Felagið hevur verið hótt av húsagangi, hevur mist nógvar spælarar, hevur fingið bann ímóti at skriva sáttmálar og ein ætlað samanlegging var av ongum. Hóast hetta hevur Køge megnað at hildið seg í ovaru hálvu av 1. deild. - Tað er sjálvandi keðiligt, at vit ikki kunnu skriva sáttmálar við spælarar, men eg kenni fíggjarstøðuna og havi vitað um hetta frá byrjan av. Støðan er blivin betur, men heldur ikki hesum transfer-vindeyganum fáa vit gjørt sáttmálar, sigur Henrik Larsen við bold.dk. Hann váttar, at hann nú samráðist við leiðsluna í Køge um at halda fram sum venjari í felagnum.