Longu nú er tað nógv ferðsla á meginlandinum, og hon verður ivaleyst uppaftur størri, sum tað líður út á dagin. Tað er ókeypis at koyra í bæði Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum, og handilslívið hevur orduliga spent seg út í Vágum, Klaksvík, í Eysturoy og Streymoy. Handlarnir hava opið út á kvøldið, og skipað verður fyri einari rúgvu av tiltøkum.
Fýra ferðir árliga er tað ókeypis at koyra í Vágatunnlinum og Norðoyatunnlinum. Í ár er ókeypis at koyra í báðum tunlunum leygardagarnar 27. apríl og 7. desember. Tað er haraftrat ókeypis at koyra í Vágatunnlinum leygardagarnar 2. mars og 31. august, og tað er ókeypis at koyra í Norðoyatunnlinum leygardagarnar 9. mars og 28. september.