Stóri maðurin í Keypmannahavn

Fíggjarliga hevur hann longu kollvelt danskan fótbólt, og gongst eftir ætlan skulu ítróttarligu avrikini eisini standa mát við hetta. Flemming Østergaard er so sanniliga stóri maðurin í fótbóltsfelagnum, FC København

Tað var ikki við sørt av spenningi, at farið var til Parkina í Keypmannahavn, har vit frammanundan høvdu avtalað fund við stjóran í høvuðsstaðarfelagnum, Flemming Østergaard.

Í telefonsamrøðuni, tá fundurin varð avtalaður, lat stóri fótbóltsbossurin til at vera sera fyrikomandi, og eftir at hava hitt mannin, er einki at taka seg aftur í, at hetta eisini er soleiðis.


Seinkanin bilti einki

Áðrenn tað nakrantíð kom somikið langt, skuldu vit báðir, myndamaðurin, vera út fyri eini hending, har líkt var til, at ætlan okkara um samrøðuna, varð fullkomuliga kiksað.

Av einhvørjari orsøk var misskiljing komin í, soleiðis at stjórin sat á skrivstovuni á fimtu hædd til ásettu tíðina, har hann bíðaði eftir okkum, meðan vit sótu á fyrstu hædd, har vit hildu fundurin skuldi vera.

Tíðin gekk, og so við og við vórðu vit greiðir um, at her ruggaði ikki alt rætt, og vit royndu so at seta okkum í samband við fólk á staðnum, fyri at vita um tey kundu hjálpa okkum.

At felagið hjá Toda Jónssyni veruliga roynir at verða eitt stórfelag tykist greitt, tí tað gingu ikki nógvir minuttir, áðrenn ein maður úr fyrisitingini kom til okkara. Eftir at hava greitt honum frá støðuni, fór hann so at leita eftir stjóranum, og vit so aftur at bíða.

Einir fimtan minuttir gingu uttan úrslit av nøkrum slag, men brádliga kom maðurin aftur, og brosandi bað hann okkum fylgja við.

Vit vóru væl vitandi um, at Flemming Østergaard um hetta mundi skuldi vera saman við spnsorum felagsins, áðrenn týdningarmikla dystin móti AB, men ikki var líkt til, at hetta nervaði stóran mannin.

Beinanvegin vórðu vit vístir inn í glæsiliga VIP-rúmið, har stjórin sjálvur tók ímóti okkum, boðaði duravørðinum frá, at hetta vóru gestir úr Føroyum, og síðani fingu vit boðið sess við eitt borð, sum var sett av til gestirnar hjá stjóranum.

Vit høvdu ikki meira enn sett afturpartin niður at stólinum, áðrenn spurt varð, hvat vit kundu hugsað okkum, og aftur við einari vælsmakkand máltíð, fingu vit so eina løtu saman við stjóranum.

Hóast mongu gestirnar, so gav hann sær góðar stundir til at greiða okkum frá um felagið, FCK, bæði sum virki og sum fótbóltslið.


Ein fíggjarligur risi

Sum fótbólturin er vorðin í dag, eru fleiri feløg í stóran mun fíggjarliga tengd at ítróttarligu gongdini. Eru úrslitini ikki nóg góð, er eingin europeisk luttøka, og hetta førir so sjálvandi við sær, at peningaupphædirnar frá UEFA ikki floyma niður í kassan, har gjaldførið til høgar lønir til leikararnar o.a. ikki verður nóg gott til at halda stjørnurnar í felagnum.

Sum nevnt, er hetta gongdin í flestu fótbóltsfeløgum, men í FCK hevur Østergaard verið við til at broytt hetta, soleiðis at felagið í dag er fullkomuliga óheft av ítróttarligu gongdini.

Hann greiður frá, at 1. juli í 1997 byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í felagnum, har ein nýggj kós varð stungin í kortið. - Í oktober mánaði sama ár, varð felagið skrásett á Børsini, og seldu vit tá partabrøv fyri 82 mió.kr., og seinni víðakaðu vit partapeningin, soleiðis at vit tá fingu 65 mió.kr. afturat at arbeiða við, greiður hann frá.

- Síðani hava vit eisini keypt Parkina og Cirkusbygningin, umframt at vit hava megnað at havt positiv rakstrarúrslit, og í seinastu árini er eginognin í felagnum sostatt økt úr 8 mió.kr. til í dag at vera væl omanfyri 100 mió.kr.

- Sostatt eru vit í dag fíggjarliga óheftir av ítróttarligu gongdini, og heldur ikki er tað neyðugt hjá okkum at selja burtur av leikarahópinum fyri at hava nøktandi fíggjarlig úrslit. Í fjør gav raksturin eitt yvirskot upp á 22.mió.kr., og vóru vit einasta felagið, sum hevði yvirskot, tá sæð verður burtur frá sølu av spælarum. Hálvársroknskapurin sýnir eisini eitt gott úrslit, so fíggjarliga eru vit sera væl fyri.

Hetta merkir tó ikki, at eg ikki eri keddur um gongdina í donskum fótbólti. Satt at siga, so stúri eg fyri gongdini í hinum feløgunum, har so at siga øll feløgini hava negativ úrslit at vísa á.

Spurdur um hetta kanska hongur saman við øktu lønunum til leikararnar, soleiðis sum tað í seinastuni hevur verið ført fram, svarar hann eitt sindur tvíbýtt. - Tað er jú ikki spælararnir, sum hava skuldina fyri, at teir fáa eina høga løn. Inntøkurnar í einstøku feløgunum mugu vera eins stórar og útreiðslurnar, tí annars endar tað sjálvsagt við einum negativum úrsliti.

- Alt í alt er fyritøka okkara skipað soleiðis, at tapsvandin er spjaddur út á fleiri øki, tí eg meti tað innibera eina ov stóra risiko, um vit bert hava ítróttarligu úrslitini av dúva uppá.


Úrslitini hava ikki verið so galin

Júst ítróttarligu úrslitini í høvuðsstaðarfelagnum hava eisini elvt til miklan orðadrátt í fjølmiðlunum. Felagið, sum gjarna vil teljast millum tey stóru í donskum fótbólti, hevur eftir øllum at døma ikki vunnið nóg nógv, til at skapa frið uttan um seg, men hesum er stjórin nú ikki heilt samdur í.

- Har haldi eg, at fjølmiðlarnir royna at fáa tað ringasta fram. Akkurát í løtuni eru vit kanska ikki staddir so ovarliga, sum vit vilja verða. Hinvegin er felagið bert sjey ára gamalt, og hava vit í hesum tíðarskeiði vunnið DM eina ferð, umframt at vit eisini hava verið nummar tvey og trý. Harafturat skulu leggjast tveir steypasigrar, so heilt galið hevur tað ikki verið.

- Sjálvandi er tað tó eitt stórt fokus á felagið. Tað gongur ikki dagur, har vit ikki hava vitjan av blaðmonnum og sjónvarpsstøðum. Tá eg var í Lyngby, vitjaðu hesi kanska aðru hvørja viku.

Spurdur um felagið kanska framvegis er í ferð við at byggja liðið upp, svarar hann, at tað kann man eisini siga. - Í løtuni hava vit eitt lið, har fleiri evnaríkir ungir leikarar eru við, og sjálvur haldi og vóni eg, at vit eru á rættari kós, og um so hasin føroyingurin so eisini hevði verið til reiðar at spælt alla tíðina, so hevði tað verið heilt gott.

- Tað skal tó ikki vera nakar ivi um, at eg eri glaður fyri at hava Toda í felagnum, og hann kom eisini úr Lyngby til okkum, eftir at sjálvur var farin somu leið.

Um sjálv úrslitini í ár, so heldur stjórin, at vónirnar undan várinum vóru rættuliga góðar. - Vit vóru á venjingarlegu í Suðurafrika, har vit spældu 14 dystir, og bert taptu ein, og spælið, sum vit sýndu í hesum dystum, boðaði eisini frá góðum.

Úrslitini higartil í ár hava tó verið nakað svikalig. Nakrar dystir hevur liðið verið framúrskarandi, meðan tað aðrar ferðir ikki hevur verið nøktandi. Tilfarið í liðnum er tó somikið gott, at eg meti okkum kunna vinna upp á ovastu rók innan alt ov langa tíð.

Vit hava fleiri spælarar á liðnum, sum eru á U-21 landsliðnum, og harumframt eru eisini aðrir meira royndir leikarar, sum vit vænta okkum nógv av, og telist Todi Jónsson millum hesar.

At Flemming Østergaard heldur nógv av føroyska álopsleikaranum tykist ikki verða nøkur loyna, tá hann greiður frá ítróttarligu gongdini. Hann greiður frá, at ójøvnu úrslitin í ár helst eisini hanga saman við teimum skaðum, sum føroyingurin hevur havt. - Spælið, sum Todi sýndi á ferðini til Suðurafrika var um ikki í heimsklassa, so í hvussu so er í europeiskum flokki, og er tað nakar leikari, sum mótstøðuliðini ræðast hjá okkum, so er tað Todi.


Dysturin við Brøndby

At enda spurdu vit stóra mannin um, hvussu tað er við spenninginum millum Brønby og FCK. Donsku fjølmiðlarnir hava alla tíðina gjørt sera nógv við júst dystirnar millum hesi bæði feløg, og nógvir teirra hava eisini havt hug til at vera meira positivir mótvegis teimum gulu úr Brøndby, meðan negativa fokuseringin ofta verður vend móti FCK. Kanska eisini orsakað av, at Brøndby í nógv ár hevur verið sonevnda lokomotivið í donskum fótbólti, umframt at teir seinnu árini eisini hava verið mest vinnandi felagið.

Til hetta svarar Østergaard, at ítróttarligu avrikini kann eigin taka frá Brøndby. - Tað er bara at hyggja at úrslitunum teir hava fingið seinnu árini, tí tey hava jú verið ótrúliga góð.

Sum eg segði í áðni, so so hava okkara egnu úrslit tó heldur ikki verið heilt av leið, og uttan at reypa haldi eg meg kunna siga, at vit hava havt eina risastóra menning tey bæði árinin eg havi verið í felagnum.

Vit hava í dag fleiri áskoðarar enn Brøndby, hóast vit liggja heldur niðarliga í røðini, so spennandi hevði verið at vita, hvussu støðan verður, tá vit liggja millum fremstu liðini. Sjálvur haldi eg, at vit tá hava møguleikan at hava millum tjúgu- og tredivutúsund áskoðarar til heimadystirnar.

Talið av skrásettum viðhaldsfólkum er eisini økt úr 3.700 upp í 8.500, og harumframt eru í minsta lagi 5.000, sum av ymsum orsøkum ikki vilja vera skrásett viðhaldsfólk, tí vit eru kanska eitt serligt felag.

Um eina løtu sleppa tit eisini sjálvir at uppliva stemningin undir dystum okkara (vit skuldu tá út at hyggja eftir FCK-AB), og tá kunnu tit sjálvir meta um. Til stuttleikar kann nevnast, at vit fyri stuttum høvdu vitjan av komandi landsliðsvenjarunum, Morten Olsen og Michael Laudrup, og teir vóru í øllum førum imponeraðir av áskoðarum okkara.


Hann hevði rætt

At stjórin hevði rætt í hesum seinasta er einki at ivast í. Hóast tað til dystin »bert« vóru á leið 12.000 áskoðarar, so var sungið og rópt í samfullar 90 minuttir, so einki er at ivast í, at áskoðararnir, eins og stjórin, rokna við, at lið teirra er ført fyri veruliga at spenna seg út.

Hvørt hetta verður nóg mikið til at føra liðið upp á ovastu rók í donskum fótbólti kann bert tíðin vísa, men í øllum førum ber illa til at siga, at umstøðurnar ikki skuldu verið til tess.

Eina uppliving ríkari varð síðani farið til dystin, sum tíverri skuldi vísa seg at verða seinasti dysturin hjá FCK í steypakappingini, men eftir samrøðuna við fyrikomandi og føroyingavinarliga stjóran, kendu vit okkum kortini sannførdar um, at FCK veruliga kemur at spæla ein stóran leiklut í menningini av donskum fótbólti. Ikki bara í fíggjarliga spælinum uttan fyri leikvøllin, men so sanniliga eisini í spælinum við leðurkúluni.