Nú mótmælir Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, at Marknagils verkætlanin aftur verður útsett í eitt ár.
»Tekniski Skúlin í Tórshavn staðfestir, at henda fráboðanin, sum sambært tíðarætlanini fyri verkætlanina Skúladepilin við Marknagil skuldi koma í fjølmiðlarnar í juli 2011, og sostatt er eitt hálvt ár seinkað, nú loksins er lýst alment«, sigur Stýrið í skrivi, sum er sent til allar løgtingslimir.
Í skrivinum verður mótmælt, at nýtslutøkan av Skúladeplinum verður útsett til 2016.
»Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn, vil við hesum skrivi staðiliga mæla frá ætlaðu leingingini av tíðarskeiðnum at byggja og taka í brúk Skúladepilin við Marknagil soleiðis, sum lagt er upp til í uppskoti til løgtingsfíggjarlóg fyri 2012«, sigur Stýrið.
Víst verður eisini til ótolandi umstøðurnar, sum skúlin hevur virkað undir. Víst verður til, at skúlin nú húsast undir 10 ymiskum lonum, og alneyðugt er við munandi ábøtum.
Víst verður somuleiðis á sera vánaligu umstøðurnar hjá bæði Handilsskúlanum og HF- og Studentaskúlanum.
At enda verður eisini víst á stóru og eftir teirra tykki óneyðugu eyka útreiðslurnar við at útseta byggingina.
»Um hugt verður eftir gongdini í sambandi við at byggja almennar skúlar, fellur tað í eyguni, at miðstaðarøkið hevur verið niðurraðfest seinastu 30 árini.
Meðan fleiri yrkis- og miðnámsskúlar eru bygdir og/ella útbygdir í Eysturoynni, Norðsstreymoy, Klaksvík og Suðuroy, er eingin skúlabygging, umsitin av landinum, farin fram í Suðurstreymi, síðani Føroya Handilsskúli varð tikin í nýtslu í 1983, - og tað eru skjótt 30 ár síðani«, verður sagt at enda í skrivinum, sum Stýrið fyri Tekniska Skúlan í Tórshavn hevur sent øllum løgtingslimum.