Stóri kalvin var tætt undir borðinum

Í dag skulu Føroyar telva ímóti Jersey, ið er styrkismett væl lægri enn Bulgaria, sum okkara telvarar vóru um reppið at vinna javnleik ímóti

Eftir risastóru avbjóðingina, sum tað var í gjár at takast við Bulgaria, verður mótstøðan ikki av sama slagi, tá ið føroysku telvararnir á middegi aftur sessast við talvborðini.

 

Bulgaria er styrkismett sum nummar 22, og Jersey er styrkismett sum nummar 144. Harvið siga tølini, at tað eigur at vera møguleiki hjá føroysku telvarunum at megna gott úrslit ídag. Úrtøkan í talvolympiaduni er higartil 50 prosent – eftir 3-1 sigur á Suðursudan og 3-1 tap ímóti Bulgaria. Saman við einari rúgvu av øðrum liðum hava Føroyar tvey dystarstig og eru plaseraðar á 64. plássi.

 

At Føroyar megnaðu at vinna eitt stig frá Bulgaria var framúr. Serligan ans vekir tað, at Helgi Dam Ziska megnaði remis ímóti Topalov, sum í løtuni verður roknaður at vera tíggjundi stinnasti telvarin í heiminum!

 

John Rødgaard hevur á heimasíðuni hjá Talvsambandinum frásøgn úr Baku, og hann ásannar, at tað var tætt við, at hann og liðfelagarnir rukku javnleikin.

-Topalov hevði lítlan fyrimun, men Helgi vardi seg væl, og teir høvdu báðir rók, bisp og tríggjar finnur, tá ið Topalov bjóðaði remis, og Helgi tók av.

 

Hóast remis ímóti stórmeistaranum Branko Tadic er fínt úrslit, so iðrar John Rødgaard seg um, at hann ikki sá leikin, sum kundi borið við sær, at hann vann fulla úrtøku:

-Í tíðarneyð var hann ikki so neyvur í kompliseraðu støðuni, og eg hevði greiðan fyrimun. Eftir 36 leikir og við 37 sekundum eftir bjóðaði hann remis. Eg hevði sjey minuttir eftir og grundaði í seks minuttir yvir støðuna. Men eg fann ikki einfalda vinnaraleikin og tók ímóti rremis tilboðnum, sigur John Rødgaard.

Sambært John Rødgaard var Jóan Hendrik Andreasen sannførandi fyrstu løtuna, men so himpraðist hann um, hvørja ætlan hann skuldi halda seg til, og so slerdi toran niður og føroyski telvarin noyddist at leggja kongin.

 

Sjúrður Thorsteinsson sat leingi og totaðist á fjórða borði, og eftir 55 leikir hevði hann lítlan fyrimun. At hann var kroystur í tíðarneyð bar við sær, at hann ikki var so neyvur, og brádliga vann bulgarski stórmeistarin sær veg til kongin og so var liðugt.

-At tapa 3-1 ímóti Bulgaria er ikki so galið, men vit vóru altso um reppið at røkka 2-2, sigur John Rødgaard úr Baku og umvegis heimasíðuna hjá Talvsambandi Føroya.