Garry Kasparov var í Keypmannahavn og tók ímóti einari friðarheiðursløn, sum leiðslan í Pundik-grunninum hevði gjørt av at lata honum, og sum sambært reglunum verður latin fólki, sum stríðast ryri frælsi, demokratii og mannarættindum.
Gamli talvsnillingurin takkaði fyri heiðurin, og á einum tíðindafundi aftaná nýtti hann høvi til at siga, hvat hann heldur um ta politisku leiðsluna í Russlandi og serstekliga Vladimir Putin, forseta. Og hann legði ikki fingrarnar ímillum.
-Stýrið hjá Putin er skipað eins og mafian í andsøgn við øll vesturlendsk virðir, segði Kasparov. Hann fýltist á, at vesturlendskir leiðarar eru skjótir at finnast at leiðarum í eitt nú Kina, Hvítarusslandi og Zimbabwe, men ikki Putin, og tað er dupultmoralur, segði Kasparov.
Tey seinastu árini hevur Garry Kasparov verið virkin í einum politiskum flokki, og á tíðindafundinum segði hann, at hann er til reiðar at stilla upp á russiska forsetavalinum næsta ár, um hann fær eina áheitan frá flokkinum. Hinvegin ásannaði hann, at hansara møguleikar at vinna eru smáir.










