Stýrið hevur ein forkláringstrupulleika

- Hatta er ótrúliga langt úti at gera eina slíka fráfaringaravtalu.
Tað heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Hann skilir einki av nøkrum, tí tað er bara eitt ár síðan, at stýrið lækkaði útgjaldið, hækkaði inngjaldið, og bíðidagar komu inn í skipanina.
- Stýrið hevur ein forkláringstrulleika. Vit hava krav uppá at fáa at vita, hvat hatta er fyri nakað.
Georg F. Hansen setir fráfaringarupphæddina hjá nú fyrrverandi stjóranum upp ímóti tí, sum limir hansara fáa úr ALS.
Hægsta útgjaldið, sum nakar fær frá ALS er 17.500 krónur.
- Teir flestu av okkara limum í skipanini fáa so nógv minni, og ein stórur partur er dottin úr skipanini og fær tí einki frá henni, sigur Georg F. Hansen.