Tá ið Nick Carraway flytur inn í eini hús á Long Island verður hann granni hjá ríkmanninum Jay Gatsby, sum heldur risastórar veitslur fyri øllum, ið hava hug at verða við. Eingin veit rættiliga, hví Gatsby er blivin ríkur, men spakuliga kemur Nick undir húðina á Gatsby og finnur fram til, hvat tað er, ið rímaðurin hevur í kvittanum.
The Great Gatsby, sum F. Scott Fitzgerald skrivaði í 1925, er ein av størstu bókunum í amerikanskum skaldskapi. Bókin hevur yvirlivað tíðarinnar tonn og fekk nýtt lív, tá ið leikstjórin Baz Luhrman gjørdi eina stórsligna endurinnspæling av filmi um bókina.
Leonardo DiCaprio og Tobey Maguire hava høvuðsleiklutin í flotta filminum við sterku søguni, sum dregur teg inn í jazztíðina í USA, tá ið nógv bar til, og alt var loyvt. Filmurin vann tvær Oscar heiðurslønir – fyri bestu framleiðslu og bestu sniðgeving.
Netflix bjóðar nógvar óneyðugar og líkagyldugar filmar og sjónvarpsrøðir, men Netflix hevur eisini sínar løtur, og í vikuni gjørdist stórfilmurin The Great Gatsby tøkur á Netflix.
Eitt gott val, um tú skalt hyggja eftir filmi um vikuskiftið!










