Stýrið fyri Dugna hevur skipað seg

Nýggja stýrið hevði stýrisfund í gjár og skipaði seg við Karin Kjølbro sum forkvinnu, Jóhan Samuelsen sum varaformanni. Ása Olsen, Ester Dahl og Ernst Jacobsen, eru stýrislimir.

Frammanundan takkaði Jóhan Samuelsen fyri sín leiklut sum formaður fyri Dugna. Hann hevur verið glaður fyri at Dugni hevur ment seg nógv seinastu árini, og at Dugni nú hevur góðar karmar at virka undir. Jóhan hevur sitið sum formaður fyri Dugna í seks ár, og ynskti nú at lata formanssessin víðari til ein annan.