Ítróttur
Talan er um badminton, borðtennis og judo, sum triðja árið á rað skipa fyri felags tiltaki, og hesa ferð verður tiltakið partvís skipað saman við sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, sum fer at senda beinleiðis frá nøkrum finalum leygardagin.
Føroyameistarkappingarnar byrja annars fríggjadagin, tá fleiri innleiðandi umfør vera. Badmintonkappingarnar vera í Badmintonhøllini, meðan judo og borðtenniskappingarnar hendan dagin fara fram í Eysturskúlanum., meðan finalurnar leygardagin allar vera í Badmintonhøllini.
Borðtennis
Borðtenniskappingin byrjar fríggjamorgunin klokkan 10 við unglingum bæði hjá kvinnum og monnum, umframt meðaldeildini hjá monnum, har leikt verður, til føroyameistararnir eru funnir í ein- og tvímansleiki.
Skipanin er síðani tann, at fýra tey fremstu í einmansleiki og tey bæði fremstu pørini í tvímansleiki hava kvalifiserað seg at spæla víðari í meistaradeildini, sum byrjar at kappast klokkan 13, har kappast verður fram til finalurnar, sum síðani verða leiktar í felags tiltakinum leygardagin.
Judo
Føroyameistarakappingarnar hjá nýbyrjaðum í judo verður í Eysturskúlanum fríggjadagin, og hesar kappingarnar byrja klokkan 14.30.
Hildið verður síðani fram við innleiðandi umførum hjá meira royndum luttakarum, har nakrar kappingar verða gjørdar lidnar, meðan aðrar verða gjørdar lidnar í felags tiltakinum leygardagin.
Badminton
Eisini badmintonkappingarnar byrja fríggjadagin. Leikt verður í meistaradeildini, og innleiðandi umførini verða fríggjadagin.
Leygardagin verður so hildið fram við finalunum, og frá klokkan 15 verður stóra tiltakið so eisini at síggja í sjónvarpinum.
Fyrireikararnir vóna, at nógvir áskoðarar møta upp í Badmintonhøllini leygardagin seinnapartin, so stemningurin verður í topp, tá endabresturin av finaludegnum verður.










