Tað var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá ið tað í góðveðrinum í kvøld var grannauppgerð á Skála, har EB/Streymur vitjaði.
Tað gekk javnt á, og tað endaði við einum stigi í part. Úrslitið var 1-1
Einsamalla málið í fyrra hálvleiki skoraði Skála vongverjin í høgru Ari Olsen við síðsta sparkinum í fyrra hálvleiki. Hann sneiddi fram í høgru, og 25 metrar úr málinum smekkaði hann til.
Bólturin streyk fram eftir vøllinum og stiklaði einar tvær ferðir, áðrenn hann brast í síðuneti í handara síðu av málinum.
Fram ímóti dystarloki legði EB/Streymur ógvuliga nógv fyri í royndini at javna. Arnbjørn Hansen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og tað eydnaðist málrevinum at skora og harvið at syrgja fyri, at EB/Streymur vann sera týdningarmikla stigið.
Síðstu minuttirnar stóð tað nógv á hjá heimaliðnum, tí í fleiri førum var EB/Streymur um reppið at leggja seg framum.
Í Fuglafirði var einki at rafla um. NSÍ skoraði trý mál í fyrra hálvleiki, og harvið var alt avgjørt. Úrslitið ber við sær, at ÍF framvegis er aftast við seks stigum, og at NSÍ framvegis er á triðja plássi, og at tað harvið er trýst á Víkingi, sum fyrr í kvøld vann trivaligan 3-0 sigur á útivølli ímóti Suðringum og á KÍ, sum ólavsøkudag skal spæla í Gundadali ímóti HB.
Í annaðkvøld hittast B36 og 07 Vestur í Gundadali
Skála-EB/Streymur 1-1 (1-0)
1-0: Ari Olsen
1-1: Arnbjørn Hansen
ÍF-NSÍ 0-3 (0-3)
0-1: Klæmint A. Olsen
0-2: Jann Benjaminsen
0-3: Pól Jóhannus Justinussen
Suðringar-Víkingur 0-3 (0-2)
0-1: Heðin Hansen
0-2: Sølvi Vatnhamar
0-3: Adeshina Lawal
Støðan
Víkingur 35
KÍ 32
NSÍ 30
B36 23
Suðringar 20
HB 18
EB/Streymur 18
Skála 17
07 Vestur 11
ÍF 6
KÍ, B36, HB og 07 Vestur hava spælt 15 dystir, og hini liðini hava spælt 16 dystir
Ólavsøkuaftan
B36-07 Vestur
Ólavsøkudag
HB-KÍ