Stóri dagurin hjá trimum smærri ítróttargreinum

Tey, ið varða av borðtennis, badminton og judo í Føroyum gleða seg til tann stóra finaludagin í borðtennis, badminton og judo, sum verður á skránni í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í morgin.

 

Umboð fyri tær tríggjar ítróttargreinirnar, Peter Niclasen, Herman Eysturoy og Sofus D. Johannesen vitjaðu seinnapartssendingina hjá Rás2 í dag.

 

Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra prátið við Peter Niclasen, Herman Eysturoy og Sofus D. Johannesen, sum allir undirstrikaðu, at ítróttargreinarnar hava havt stóra gleði av samstarvinum.

 

(Mynd: hvannrok.fo)