7. juli var ein serligur dagur. Bara dagfestingin í sær sjálvum var nakað, ið gjørdi dagin eitt sindur meira spennandi enn teir flestu.
7/7-07.
Magiska sjeytalið - og so fleiri í senn sama dag.
Dagurin var eisini ein av teimum stóru í lívinum hjá prestinum Sonju Klein og hennara familju.
Dóttirin Katrine giftist hendan dagin, og tað var Sonja, ið stóð fyri vígsluni í Havnar kirkju.
- Eg havi havt nógvar góðar vígslur, og tað er altíð hugaligt at gifta fólk, men sjálvsagt var hendan vígslan nakað serligt fyri meg, nú tað var dóttrina, sum eg gifti, sigur Sonja Klein
- Eg var eitt sindur nervøs undan vígsluni, tí hetta var ein so stórur dagur fyri okkum øll. Eg vildi gjarna hava, at vígslan ikki gjørdist til nakað ov privat fyri okkum, men at eg var í leiklutinum sum prestur og ikki bara sum mamma.
- Tá ið tey komu inn eftir gólvinum, var eg rørd, og tá hugsaði eg eina løtu, at hetta fór aldri at ganga. Men sum so ofta fyrr, so upplivdi eg, at tá ið eg skuldi halda prædikuna, so kláraði eg tað uttan stórvegis trupulleikar. Tað kann stundum verða trupult hjá presti, tá ið okkurt er serliga gleðiligt ella syrgiligt, men eg havi altíð klárað at gjøgnumført ein prædiku.
Vildi sjálv víga tey
Katrine Klein Arnbjerg og Jógvan Páll Simonsen søgdu ja og giftust í øllum góðum, og tað var ein errin mamma og vermamma, ið stóð fyri vígsluni.
- Alt gekk væl, og eg eri fegin um, at eg kláraði at hava vígsluna. Eg legði dent á, at eg skuldi verða prestur hjá dóttrini, og vígslan var tikin í stórum álvara. Vit prestar eru í tænastu hjá einum, sum er størri, og tað tænastuna skulu vit virða.
Hugsaði tú ongantíð um at lata ein annan prest víga dóttrina, so tú kundi hugsa um bert at vera mamma?
- Nei, tað kom ikki upp á tal. Eg hevði verið sera kedd, um tey høvdu biðið ein annan prest víga tey. Hetta var nakað, sum eg sera gjarna vildi, og hóast eg skuldi átaka mær uppgávuna sum prestur meira enn mamma til vígsluna, so var tað hetta, sum eg helst vildi.
Dagurin skal vera góður
Vígslan av dóttrini og versoninum var ein heilt serlig uppgáva hjá presti, men Sonja Klein hevur nógvar brúðarvígslur at taka sær av hesa ársins tíð.
- Brúðarvígslurnar eru tann festligi parturin av starvinum hjá presti. Umstøðurnar eru lukkuligar, og fólk eru glað á stóra degnum. Eg gleðist sjálvandi saman við brúðarparinum, og eg geri alt fyri, at tað skal verða ein góður dagur hjá teimum. Hinvegin má prestur eisini minna pørini á álvaran í hjúnarbandinum, og tað geri eg eisini, sigur Sonja Klein.
Fólk, sum skulu giftast, eru spent til stóra dagin, og nógv verður gjørt við fyrireikingarnar undan vígsluni og veitsluni. Og her er prestur eisini uppi í leikinum.
- Fólk venda sær til kirkjuna ella til prest, tá ið tey skulu giftast, og prestur tekur sær av tí formliga partinum. Tað snýr seg ikki bert um at siga ja, men eisini um at undirskriva pappír, hava vitni til vígsluna og annað. Eg plagi at taka eina samtalu við fólkini áðrenn vígsluna, og har fara vit ígjøgnum alt tað praktiska. Tá tosa vit eisini um álvaran við hjúnarbandinum.
- Eg royni altíð at lata brúðarpørini avgera sum mest sjálvi. Vit taka ofta avgerðir í felag viðvíkjandi vígsluni, og prestur skal ikki gloyma, at hetta er ein sera stórur dagur fyri brúðarpørini, og tað er umráðandi, at tey fáa ein góðan dag. Mótgangur skal nokk koma seinni, men tey skulu minnast aftur á ein góðan dag, tá ið tey giftust.
Mugu ikki niðurgerða fráskild
Tølini vísa, at fleiri fólk enn áður fara frá hvørjum øðrum, eftir at tey eru gift, men hetta er ikki nakað, sum fær prest at missa mótið í sambandi við mongu brúðarvígslurnar.
- Tá ið fólk giftast, lova tey hvørjum øðrum at halda saman, til deyðin tey skilir. Men vit vita eisini, at umstøður kunnu broytast, tað gongur ikki altíð, sum vit vilja, og summi fara frá hvørjum øðrum aftur. Vit eru ikki perfekt sum menniskju, og tí skulu vit heldur ikki verða fordømandi ímóti teimum, sum skiljast.
- Eg havi ikki trupulleikar við at gifta fólk uppaftur. Vit prestar kunnu ikki nokta fólki at koma víðari í lívinum. Sjálvandi skulu vit ikki undirmeta týdningin av hjúnarbandinum, men onkuntíð kann tað verða betur, at fólk fara frá hvørjum øðrum. Tað er ein syrgilig støða, ikki minst tá ið børn eru uppi í leikinum, men vit mugu ikki leggja stein oman á byrðu hjá hesum fólkum, sigur Sonja Klein.
* * *
Brúðarparið fylgist
Tað er siðvenja í Føroyum, at brúðarparið fylgist inn í kirkjuna. I øðrum londum kemur brúðgómurin fyrst í kirkjuna, og síðani verður brúðurin leidd inn av pápanum. Sonja Klein heldur, at føroyska siðvenjan er tann betra.
- Summi fólk spyrja, um tey kunnu gera sum uttanlands, har brúðgómurin kemur í kirkjuna fyrst, og um tey veruliga vilja tað, so loyvi eg teimum. Men eg mæli teimum til at koma í kirkjuna saman. Eg havi roynt bæði, og eg haldi, at tað er sterkari og flottari, at brúðarparið kemur inn í senn, sigur Sonja Klein.
- Harafturat eru vit føroyingar eitt sindur frammanfyri onnur við javnstøðu í hesum førum, og tað skulu vit halda fast við, sigur hon.
Tey flestu giftast um summarið
Sonja Klein giftir eini 20 pør um árið, og ein stórur partur av teimum verða gift í summarmánaðunum.
- Nógv fólk velja at giftast í mai, juni, juli og august, og til dømis skal eg hava tríggjar brúðarvígslur nú leygardagin. Eg havi eina kenslu av, at alt fleiri vilja at giftast um summarið. Tað hevur eisini verið vanligt at giftast um jóltíðir, men eg haldi, at tað talið er minkað eitt sindur seinnu árini, sigur Sonja Klein.