Stýrið í Algeria slakar

Hendingarnar í Tunesia, Egyptalandi og Jemen hava eftir øllum at døma fingið stýrið í Algeria at umhugsa støðuna. Í hvussu kunngjørdu teir almennu fjølmiðlarnir í gjár, at undantaksstøðan, sum hevur verið í gildi síðani 1992, verður sett úr gildi um stutta tíð.

Samstundis hevur forsetin, Abdelaziz Bouteflika, gjørt av, at í framtíðini fara myndugleikarnir at loyva mótmælistiltøkum um alt landið, men tó ikki í høvuðsstaðnum Alger. Harafturat hevur forsetin gjørt av, at allir politiskir flokkar sleppa at kunnngera sínar boðskapir í útvarpi og sjónvarpi.

-Men teir politisku flokkarnir skulu virða lógina og tryggja, at frælsið ikki elvir til lógloysi, sigur Bouteflika við tað almenna sjónvarpið. Hann legði afturat, at stjórnin fyrireikar ymisk tiltøk, sum skulu útvega fleiri arbeiðspláss.