Íbúgvarnir í býnum Skeffling í eystara parti av Onglandi gløddu við, tá tey sóu ein hval mitt inni í bønum, einar 750 metrar frá strondini.
Hvalurin var einar tíggju metrar langur og vigaði yvir eitt tons. Hvussu hann kundi skola so langan veg er ein gáta.
Hildið verður, at talan er um ein hannhval, sum er komin inn á grunt vatn og síðani hevur mali seg runt soleiðis, at blástrið er komið at venda niðureftir. Hvalurin er síðani druknaður.
Flóin hevur síðani ført hvalin tann langa veg niðan í bøin.
Hvalurin, sum verður hildin at vera ein seiðhvalur, skal nú kannast.










