Avstralia hevur nú lagt sak ímóti Japan fyri at bróta altjóða avtalurnar um hvalaveiðibann, og málið er latið Altjóða Dómstólinum í Haag. Síðani 1986 hevur tað verið bannað at veiða 12 ávís stórhvalasløg, men lond hava tó havt loyvi at veiða hval til vísindalig endamál. Hesa reglu hevur Japan brúkt fleiri ferðir.
Eitt nú veiddu japanar 500 sildrekar við Antarktis í fjør. Sildrekin er ikki friðaður, men teir avstralsku myndugleikarnir vilja vera við, at japanar veiddu eisini kúlubøku og finnhval í fjør.
Ný Sæland og USA hava mælt Avstralia frá at stevna Japan inn fyri dómstólin í Haag. Tey bæði londini stúra fyri, at Avstralia fer at tapa málið, og at tað fer at eggja Japan til at økja hvalaveiðina.
Sum skilst fer Altjóða Dómstólurin neyvan at taka støðu til málið fyrr enn í fyrsta lagi í 2013.