Í september er matkvold í Stóra Pakkhúsi aftur á skránni. Hesaferð verður tað við stórhvalatvøsti á matarskránni og við Thildu Joensen sum kokki.
Umframt at borðreiða við stórhvalakjoti, so verður borðreitt við laksamoussé sum forrætti og við summar-rabarbufromagu omaná.
Matkvøldið verður leygarkvoldið 13. september. Húsið eru opið frá kl. 19.00 til 23.00 og atgongumerki kunnu keypast ella bíleggjast á Kunningarstovuni í Vági á tlf: 374342 áðrenn 13. sept. Avmarkað atgongd. Kostnaður kr. 175,- (fyri baði matkvold og harmonikudans).Aftaná matkvoldið verður harmonikudansur, har Poul Hammer og Co. spæla. Dansurin byrjar kl. 23.00. Tekningarlisti til dansin liggur á vanligum stoðum. 18 ára aldursmark.










