Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður henda grein endurgivin: Síðstu tíðina hava vit oftani hoyrt um at fiski- og alifyritøkir leggja saman í størri eindir bæði her heima og uttanlands. Samstundis sum fyritøkurnar blíva størri sæst eisini hvussu hesar stóru fyritøkurnar stýra fleiri og fleiri lið í virðisketuni. Tveir spurningar í hesum sambandi er hví? og er pláss fyri teim smáu fyritøkunum?
Ein tann størsta orsøkin til samanleggingarnar er tann kollvelting sum er farin fram í smásøluliðnum. Stórhandlar hava køvt teir smáu handlarnar. Stórhandlar eru ikki longur sjálvstøðugar eindir. Í dag keypa vit fyri tað mesta okkara dagligu vørur í stórhandils ketum sum eru heimahoyrandi í landinum, men hesir leggja nú eisini saman við altjóða ketum. Hettar verður gjørt, tí at tað kostar minni at keypa inn saman, og selja felags vørur.
Stórir kundar seta onnur krøv til sínar útvegarar enn smáir kundar. Ein av stóru fyrimuninum við at samla innkeypini, er minni kostnaður og færri persónar eru uppií, enn um hvør handil sær keypir inn. Hettar er tó treyta av, at útvegarirnir eru so stórir, at teir klára at lata ta vørunøgd, ein stórhandilsketa krevur.
Eisini við marknaðarføringini av vøruni, er fyrimunir við stórhandilsketum, tí tá keturnar kunnu marknaðarføra vørur fyri fleiri handlar samstundis, ger hettar, at kostnaðurin fyri hvønn handil sær ikki verður so stórur. Tá kostnaðurin fyri marknaðaføring oftani er stórur, er samstarv millum handlar neyðugt, fyri at handlarnir kunnu nýta- og hava nyttu úr teim ymsu samskiftismøguleikunum. Tann uttanfyri standandi »lokali keypmaðurin« hevur bæði lítlan møguleika og lítla nyttu av eini lýsing á almennu sjónvarpsrásini.
At ein keta blívur stór, og selur seg sum eitt góðskunavn, er tó eisini stórur vandatáttur. Vánalig umtala um ketuna hevur ávirkan á fleri handlar samstundis og alla íløguna sum er gjørd í marknaðaføringina. Tí er tað meiri umráðandi fyri ketuna, heldur enn tann »lokala keypmannin«, at tryggja seg ímót vánaligum vørum ella umrøðu. Viðv. fiskivørum kann eisini ein umhvørvis góðkenning verða umráðandi, fyri at sleppa undan vánaligari umtalu.
Stórhandilsketurnar geva tí tvey týðningarmikil boð niðureftir til útvegara ketuna. Teir ynskja at handla við stórar útvegarar, og tær ynskja at útvegararnir kunnu tryggja góðsku við neyvari góðskustýring. Hettar er tí grundarlagi fyri bæði vertikal og horisontal samskipan. Horisontal samskipan hevur við sær at líknandi fyritøkir leggja saman fyri at selja meira. Vertikal samskipan hevur við sær, at fyritøkir leggja saman, fyri á tann hátt at fáa eftirlit við sjálvari framleiðsluni av vøruni.
Teir nýggju stórhandla keturnar er ein nýggjur marknaðar møguleiki, men fyritøkurnar mugu broyta vinnubygnaðin, fyri at fáa nyttu úr hesum marknað. Tí er væntandi fleiri samanleggingar í framtíðini, so vit fáa enn stórri fyritøkir innan fiski- og alivinnuna. Felags fyri øll lond har stórhandla keturnar eru, er at tær køva serhandlar og tann ?lokala keypmannin?. Spurningurin er so um hettar er endin hjá teim smáu handlunum, og tað meina vit ikki. Tær smáu fyritøkurnar kunnu leggja saman í eitt slag av bindandi samarbeiði, so tær harvið kunnu føra seg fram á marknaðinum sum ein samlað eind. T.d. eru matstovurnar fyritøkur, sum vilja hava tørv fyri serkønum og fleksiblum útvegarum. Hettar hevur við sær, at tað ikki er ómøguligt, men tó sera trupult at vera »lítil og lukkuligur«.
(Kelda: Vinnuhúsið)










